Amerikanski forsetin, Joe Biden, og Katrina Thomsen úr Havn í Berlin fríggjadagin Myndamaður: Joe Biden

Katrina úr Havn hitti Joe Biden

Katrina Thomsen úr Havn, sum starvast á amerikonsku sendistovuni í Berlin, hitti fríggjadagin amerikanska forsetan, Joe Biden

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og Katrina Thomsen úr Havn í Berlin fríggjadagin Myndamaður: Joe Biden

– Vit vistu sjálvandi fleiri dagar frammanundan, at Joe Biden fór at koma til Berlin, men tað var rættiliga óvæntað, at eg fekk høvi at heilsa upp á hann.

Tað sigur Katrina Thomsen úr Havn, sum býr í Berlin, og sum starvast á amerikonsku sendistovuni har.

– Tað var ikki fyrr enn beint undan tiltakinum, at vit fingu at vita, hvussu tætt vit kundu koma upp á hann, greiðir Katrina Thomsen frá.

Katrina Thomsen flutti fyrstu ferð til Berlin í sambandi við lesnaðin, og henni dámdi so mikið væl í býnum, at hon seinni sum liðugt útbúgvin valdi at leita sær starv í býnum.

Hon arbeiddi fyrst í eini privatari fyritøku, men tá hon sá eina lýsing frá amerikonsku sendistovuni í fjør summar valdi hon at søkja og fekk starvið.

– Eg eri á deildini sum fyrisitur innkeyp á sendistovuni, og her havi eg verið síðani september í fjør, greiðir Katrina Thomsen frá, at tá vit hitta hana í telefonini úr Berlin.

– Tað var fakstiskt mamma mín, sum vísti mær á lýsingina. Eg gekk og leitaði eftir øðrum arbeiði, og so søkti eg. Eg eri jú ikki amerikanarari, so eg væntaði ikki at fáa starvið, men tað fekk eg so, og tað eri eg øgiliga glað fyri, sigur hon.

Katrina hevur tikið eina kandidatútbúgving í International Management og frammanundan hevði hon eina bachelor í International Virksomhedskommunikation á Aalborg Universitet.

 

Tá tók hin tvey semestur í Berlin, og tað gav henni blóð á tonna, og hon helt fram við kandidatútbúgvingini í Berlin. Útbúgvingin er innan fyri leiðslu og handil. 

 

##med2##

Tey vóru eini 70 starvsfólk á sendistovuni, sum sluppu við til tiltakið saman við amerikanska forsetanum fríggjadagin.

– Vit kundu melda okkum til, um vit vildu vera við í einum lutakasti um at koma nær forsetanum. Eg roknaði við, at tað bara fóru at vera nøkur fá, sum sluppu tað – og kanska bara amerikanarar, tí hann er jú teirra forseti. Men kvøldið fyri fingu vit teldupost um, at vit øll sum høvdu meldað okkum til sluppu, sigur hon.

Vitjanin hjá Joe Biden í Berlin var útsett av herviligu ódnini, sum hevur herjað í Florida í Amerika. Tí vóru tey ikki so nógv fólk, sum frammanundan ætlað.

– Vit vórðu so øll trygdarscreenað á sendistovuni, áðrenn vit fóru umborð á bussar, sum koyrdu okkum til ein terminal á einum flogvølli, sum er til hernaðarflogfør og statsvitjanir, har sum Air Force One flogfarið hjá amerikanska forsetanum stóð. Har stóðu faktiskt tvey, sigur hon.

– Vit bíðaðu so í terminalinum í eina góða løtu. So fóru vit útum, fingu at vita, at vit bara máttu hava fartelefonina við, einki annað. Tá vit høvdu bíðað í eina góða løtu kom ein heilur riðil av bilum.

– Fyrst kom Antony Blinken, uttanríkisráðharrin, og so Joe Biden eina lítla løtu aftaná. 

Katrina greiðir frá, at tað kom so óvart á tey, at Antony Blinken eisini var har, at hon fekk bara møguleika líka at nikka til hansara. 

– Eg fekk ikki kroyst meg fram til hansara, sigur hon.

– Tá eg sá Joe Biden koma, og sá hann taka selfies, so helt eg meg framat har, og tað eydnaðist.

– Tað er faktiskt hann, sum hevur tikið myndina av okkum báðum við mínari telefon, sigur Katrin Thomsen. 

Hon sigur, at hon fekk ikki so nógva tíð saman við honum, at hon fekk greitt honum frá um Føroyar.

– Tað vóru so nógv fólk, sum vildu hava hansara uppmerksemi, so stundir vóru ikki til at stóru samrøðuna, sigur hon. 

– Men eg fekk heilsað væl upp á hann og sagt »nice to meet You« og tikið í hondina á honum. Og tá eg spurdi, um eg kundi fáa eina mynd, so tók hann telefonina hjá mær og tók myndina av okkum báðum, sigur Katrina Thomsen.

 

##med3##

 

Har vóru eisini børn, sum onkur hevði við sær, sum Joe Biden gav sær eitt sindur betri stundir til, sigur hon.

Amerikanski forsetin fekk soleiðis heilsað upp á nógv fólk, og Katrina Thomsen greiðir frá, at fólkini frá Secret Service ansaðu væl eftir honum og syrgdu fyri, at tað ikki tók ov langa tíð. 

– Tey eru uttan iva eyka varin, nú tvey álop hava verið á Donald Trump, heldur hon. 

– Hetta var ein ótrúlig løta. Hetta var ordiliga serligt, tí tú ímyndar tær ikki, at tú fært møguleikan at heilsa upp á amerikanska forsetan. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, tað er heilt sikkurt, sigur Katrina Thomsen úr Berlin. 

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og Katrina Thomsen úr Havn í Berlin fríggjadagin Myndamaður: Joe Biden

Flogfarið hjá amerikanska forsetanum, Air Force One, á hernaðarflogvølli í Berlin fríggjadagin

Sosialurin vitjaði í Berlin undan Evropameistaraskapainum í hondbólti í januar í ár. Tá hevði blaðið samrøðu við Katrinu Thomsen, sum kann lesast við at trýsta á myndina