VIDEO: Viljormur tapti stórt og Petur tapti tepurt

(Video) Talan gjørdist ikki um ein góðan føroyingadag í donskum fótbólti í dag

Tað gongur ikki væl hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Viljormur spældi allan dystin, tá Vejle á heimavølli fyrr í dag tapti stórt 0-4 fyri einum krútsterkum liði hjá FC Keypmannahavn. Í dag var klassamunur á liðunum.

 

Vejle er aftast í Superliguni við bert einum stigi aftaná sjey dystir. Komandi dystur hjá Vejle er á útivølli móti AGF, sunnudagin 12. september. 

 

Vejle  – FCK 0-4 (0-2)

18. 0-1 Lukas Lerager

24. 0-2 Pep Biel

54. 0-3 Carlos Zeca

77. 0-4 Jens Stage

 

Í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var liðið hjá Peturi Knudsen, Lyngby fyri sínum fyrsta tapið í dag. Lyngby tapti 1-2 fyri AC Horsens á heimavølli. Í steðginum var AC Horsens á odda 2-0. Petur Knudsen var skiftur inn tá seinni hálvleikur byrjaði, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa meir enn tað eina málið.

 

Lyngby er nummar trý í deildini við 16 stigum, trý stig eru upp til oddaliðið, Helsingør.

 

Leygardagin 11. september spælir Lyngby á útivølli móti Vendsyssel.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og FCK: 

 

##med2##