Videolagið "Sóleyan" er nú komið

Í gjáramorgun varð videolagið til lagið "Sóleyan lýsir um fløtur" hjá Elini Brimheim Heinesen og pápa hennara, Jens Paula Heinesen, endiliga liðugt og bleiv frumframført á tiltaki í Plátuhandlinum Tutl í gjár seinnpartin.

Í morgun 4. des. 2021 varð videolagið lagt út á YouTube. Her er leinki:

 


https://youtu.be/KHFIqjqT4Gg

 

Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen skrivaði vøkru yrkingina "Sóleyan" fyrst í 60'unum. Eitt ár eftir at Jens Pauli andaðist, gjørdi dóttir hansara, Elin Brimheim Heinesen, lag til yrkingina.


Eftir væleydnaða hópfíggingarverkætlan á sumri í 2020, fekk italski komponisturin Enzo De Rosa uppgávuna at seta lagið út fyri symfoniorkestur og manskór. Tónleikurin varð innspældur í Smecky Studios í Prag við the City of Prague Philharmonic Orchestra, stjórnað av orkesturleiðaranum Adam Clemens undir leiðslu av framleiðaranum Lauru Lungu.

 

 

Allar røddir eru spældar inn í Havn. Elin Brimheim Heinesen syngur høvuðsrøddina og 60 mans stóra kórið - Tórshavnar Manskór - syngur kórrøddirnar. Elin Brimheim Heinesen hevur umskrivað yrkingina hjá pápanum „Sóleyan“ til enskt

 

 

Finnur Hansen tók kórið upp og tónablandaði tað, meðan Bárður Háberg tók røddina hjá Elini upp og tónablandaði hana. Tónleikurin var mastereraður av Camilo de Silva F. úr Colombia.

 

Lagið sjálvt kom út 12. november 2021 – sama dag, sum Jens Pauli Heinesen hevði fylt 89 ár. Tað var givið út á øllum teim vanligu pallunum, so sum Spotify og iTunes, í tveimum útgávum - einari á føroyskum og einari á enskum.


Í morgun 4. des. 2021 var so sjálvt videolagið givið út á YouTube.

 

 

Elin Brimheim Heinesen greiðir soleiðis frá um yrkingina "Sòleyan":

 

“Pápi skrivaði yrkingina Sóleyan fyrst í 60unum, tá kalda kríggið var í hæddini. Eg hugsi, at tey flestu tá høvdu kensluna av onkrum ófrættakendum, sum kundi raka hvørja løtu. Men kortini vóru fólk noydd at liva lívið, sum um hóttanin ikki var til. Tað elvdi helst til eina ávísa fatalismu. Men pápa so líkt hevði hann altíð eyga fyri náttúruni, sum jú bara er til uttan minsta atlit at, hvat vit menniskju gera. Dagarnir, næturnar, árstíðirnar koma og fara, og sóljan blómar framhaldandi, púrasta ónervað. Í stóra høpinum er menniskjan so evarska lítil í mun til størri kreftir, sum leika á, og sum kunnu kollvelta heimin eftir lítlari løtu. Hetta temaið kenna vit okkum helst aftur í, nú vit øll hava verið rakt av eini heimsumfatandi kreppustøðu seinastu árini.”

 

 

 

Takkað verið 156 hópfíggingarstuðlum og øllum øðrum, sum hava hjálpt til, eydnaðist tað endiliga at koma á mál við verkætlanini, hóast hon hevur verið nógv seinkað orsaka av støðuni við krúnukríminum, sum so mangt annað.

 

...............................

 

 

Yrkingin "SÓLEYAN"

 

(Sóleyan er eldri formur av orðinum ‘sóljan’).

 

Jens Pauli Heinesen yrkti í 1961.

 


Kvøldar á sundi, nátt er í nánd

 

Sólin at havgeiri dregur

 

Nátarnir flúgva at sovandi strond

 

Minnini hava so kalda hond

 

ið kínir tær, tá ið tú svevur

 

 

Streymar á sundi, streymar í mær

 

broddur av drepandi iva

 

sum melur í klingur, bønar um svar

 

Men dunið út úr gjáunum lær

 

at okkum, ið elska, ið liva

 


Tey spæla bert við okkum, lívsins kor

 

tær sælu, lygnandi løtur

 

nú lombini leika í grønari skor

 

og heimar smildrast við eittans orð

 

og sóleyan lýsir um fløtur

 

Sóleyan lýsir um fløtur

 

...............................

 

 

Elin Brimheim Heinesen umskrivaði yrkingina til enskt í 2020:

 

 

Dusk on the sound, day lingers no more

 

The sun falls behind the horizon

 

The fulmars fly full to the slumbering shore

 

The memories stroke you, cold and sore

 

at night from where dreams are arising

 

 

Streams on the sound, fast flowing in me

 

a pinching of gruelling misgivings

 

swirls round and round, begging, yearning for heed

 

But rumble from gorges revels in glee

 

at us and our loving and living

 


They play around with us, all palettes of life

 

these blissful and marvellous moments

 

while lambs are at play on grassy hillsides

 

and worlds are smashed by a single might

 

while buttercups light up the meadows

 

Buttercups light up the meadows

 

...............................

 

 

HESI HAVA VERIÐ VIÐ TIL AT SKAPA SÓLEYAN VERKÆTLANINA

 

 

Tónlistafólk: ELIN BRIMHEIM HEINESEN©

 

Komponistur: ELIN BRIMHEIM HEINESEN© (2012)

 

Yrking á føroyskum: JENS PAULI HEINESEN© (1961)

 

Yrking umskrivað til enskt: ELIN BRIMHEIM HEINESEN© (2020)

 

Útseting fyri symfoniorkestur og kór: ENZO DE ROSA© (2020)

 

Tónabland av orkestri og kóri: FINNUR HANSEN (2021)

 

Tónabland av høvðuðsrødd: BÁRÐUR HÁBERG (2021)

 

Mastering: CAMILO DE SILVA F MASTERING (2021)

 

Sniðgeving: ELIN BRIMHEIM HEINESEN

 

...............................


TÓNLEIKAUPPTØKUR:

 

Orkestur: CITY OF PRAGUE PHILHARMONIC ORCHESTRA

 

Orkesturleiðari: ADAM CLEMENS

 

Upptøkuleiðari: JAN HOLZNER

 

ProTools hjálparfólk: MICHAEL HRADISKY

 

Upptøkuframleiðari & ráðgevi: LAURA LUNGU

 

Spælt inn í: SMECKY MUSIC STUDIO, Prag, Tjekkia (2020)

 


Kór: TÓRSHAVNAR MANSKÓR (60-mans kór)

 

Kórleiðari: BJARNI RESTORFF

 

Upptøkuleiðari: FINNUR HANSEN

 

Spælt inn í: HÁTÚNI, Tórshavnar Musikkskúli (2021)

 


Høvuðsrødd: ELIN BRIMHEIM HEINESEN

 

Upptøkuleiðari: BÁRÐUR HÁBERG (Baroli Music)

 

Spælt inn: HEIMA (2020)

 

...............................


VIDEOLAG:

Filmsleikstjóri: ELIN BRIMHEIM HEINESEN© 2021

 

Kykmyndatakarar:

 

Symfoniorkestrið: JIRI SKUPIEN & DAVID SKUPIEN

 

Manskórið: GUNNAR RESTORFF

 

Sangaran Elin Brimheim Heinesen: SÍMUN WAAG, SíWa Production

 

Klaverspælaran Enzo de Rosa: KUSHAGR AGARWAL

 

Føroysk landsløg: KEVIN KRAUTGARTNER, Kevin Krautgartner Fotografie

 

Sóljuteigar : ELIN BRIMHEIM HEINESEN

 

Ritsjórn: EYÐUN MÜLLER THOMSEN & ELIN BRIMHEIM HEINESEN (2021)

 

Mynda- og litviðgerð: EYÐUN MÜLLER THOMSEN