Viðmerkingar til stóru kommunuætlanina hjá Tórshavnar kommunu

Í hesi yvirskipaðu kommunuætlan er stórur dentur lagdur á, at vísa til egnaði øki til framtíðar býarvøkstur  í TK. Somuleiðis verður víst á øki til undirstøðukervi, grøn øki og frítíðar øki.

 

Av eini ella aðrari orsøk er nærum onki nevnt um Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Á síðu 14 í fyrsta parti, stendur tó eitt litið brot.

Har stendur:

“Karlamagnusarbreyt er ein miðstaðargøta við handilslívi, ið ber brá av býarøki”.

Gøtan er ein knappan kilometur, har eru 50 grundstykki planeraði til handlar.

Éin handil er komin, so tað er at taka í so rivan til, tá sagt verður, at har er “handilslív, ið ber brá av býarøki.”

 

Møguliga hevur tað verið ein ynskisdreymur at gera Karlamagnusarbreyt til eina miðstaðargøtu við handilslívi, men ein og hvør, við eitt lítið sindur av skili dugir at síggja, at ein slík ætlan er alt ov ambitiøs.

 

Í seinastuni hava tað verið ymiskar útsagnir frá politikarunum í TK.

Bogi Andreasen og Tróndur Sigurðsson siga, at upprunaliga ætlanin við eina langari handilsgøtu, er miseydnað. Teir vilja vera við, at býráðið arbeiðir við at gera íbúðir í ovasta partinum av Karlamagnusarbeyt. Fyri síðan at finna eina loysn fyri restina av gøtuni.

 

Borgarstjórin, harafturímóti, hevur alment sagt, at upprunaliga ætlanin er ikki slept.

Hann er vísur í, at innan 1 til 2 ár eru handlar bygdir frá kirkjuni og niðan til Atlagøtu.

 

Tað er als onki sum bendir á, at borgarstjórin fær rætt.

Fleiri av teimum fyritøkum, sum eiga grundstykkir, hava í áravís roynt at sleppa sær av við tey.

Somuleiðis hevur kommunan havt 10 tals grundstykkir á sølulista í fleiri ár.

 

Tað er sera óheppið fyri okkum, sum búgva rundan um Karlamagnusarbreyt og onnur, sum hava sína dagligu gongd við skúlarnar, at hetta øki liggur sum eitt byggipláss í áravís, uttan at nøkur skilagóð ætlan er fyri framman.

Um býráði ikki broytir hugsan viðvíkjandi Karlamagnusarbreyt, eru vit stórliga bangin fyri, at hetta stóra øki kemur at liggja óbygt í nógv Harrans ár framyvir.

 

Undirritaðu eigarafeløg fara staðiliga at heita á TK um at endurskoða kommunuætlanina.

Økið framvið Karlamagnusarbreyt er nærum líka stórt sum allar tær útstykkingarnar, ið TK ætlar at gera fram til 2018.

Um hetta øki verður broytt til eitt íbúðar øki, so kann íbúðar tørvurin í Tórshavnar kommunu nøktast fleiri ár fram.

Samstundis sleppa vit undan, at Karlamagnusarbreyt liggur í órøkt.

 

Vit vilja somuleiðis heita á umsitingina at koma við einum nýggjum uppskoti fyri Karlamagnusarbreyt, sum inniber eina ætlan við íbúðum, samanbygdum húsum , vanligum grundstykkjum v/meira .

Nøkur vinnugrundstykki kunnu samantvinnast  í eitt handilstorg saman við Bónus.

 

Haraftrat eigur fríøki norðanfyri  kirkjuna gerast liðugt. Evt nýta ein part av teimum  niðastu vinnustykkjunum til parkeringspláss og pláss at seta skúlabørn av.

Eisini eigur TK at fullfíggja ætlanin viðvíkjandi Myllutjørn, har tjørnin og torg verður gjørt til eitt samlings stað, fyri øll í Hoyvík.

 

Um rætt verður farið fram, so kann hendan miseydnaða byggiætlanin bjargast, soleiðis at vit fáa eitt gott, hugnaligt umhvørvi rundan um Karlamagnusarbreyt, innan alt ov langa tíð.

Somuleiðis kann kommunan nøkta ein stóran part av íbúðartørvinum tey komandi 8-10 árini.

 

 

Vinarliga

Eigarafelagið Hoyvíkshædd
Eigarafelagið Maritugøta
Eigarafelagið Myllutjørn

Eigarafelagið Eystan Gil