Søgan um Kim Hai byrjar tólvta januar í 1952, tá hann varð føddur í býnum Hué í Miðvietnam. Býurin, ið var høvuðsstaður í Viet Nam í tíðarskeiðnum 1802-1945, sigst vera vakrasti býurin í Viet Nam.
Eftir at landið í 1954 varð býtt í tveir partar, varð Hué í sunnara partinum. Í Hué fór tann blóðugasti bardagin undir teimum sonevndu Tetálopunum í Vietnamkrígnum fram.
Um kvøldið tann 31. januar 1968, meðan fólk um alt landið hátíðarhildu tað kinesiska nýggjárið, leyp norðurvietnamesiski herurin, saman við Viet Cong-herinum, á meiri enn hundrað býir í Suður Viet Nam. Álopini komu óvart á amerikanska herin, sum undir álopunum misti meira enn túsund hermenn. Eftir fýra daga bardaga vóru allir býirnir, undantikið Hué, aftur undir amerikanskum valdi.
Undir bardaganum um Hué, ið vardi í 25 dagar, doyðu umleið tíggjutúsund sivilfólk, umframt fleiri túsund hermenn.
Tet-álopini vóru orsøkin til at amerikanska fólkið av álvara byrjaði at mótmæla amerikansku luttøkuni í Vietnamkrígnum. Eftir í fleiri ár bert at hava hoyrt at teirra hermenn fóru at vinna, sóu tey í sjónvarpi, hvussu norðurvietnamesiski herurin undir Tet-álopunum lættliga fekk ræði á økinum uttan um amerikansku sendistovuna í Saigon. Tær nógvu mótmælisgongurnar og tann vaksandi ónøgdin millum fólkið í USA førdi til at táverandi forsetin Lyndon B. Johnson, sum í mars í 1965 sendi ta fyrstu herdeildina til Vietnam, avgjørdi ikki at stilla uppaftur.
Amerikanskt felag
At Kim Hai eitur Nguyen (úttalast »nvyen« ) til eftirnavn er ikki so løgið, tí helvtin av øllum vietnamesarum hevur hetta eftirnavnið. Kim Hai tók prógv í evnafrøði á lærda háskúlanum í Hué í 1974. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann hjá einum amerikanskum ráðgevandi felagi, sum millum annað stóð fyri vegagerð í Suður Viet Nam. Men eftir at Norður- og Suður Viet Nam vórðu løgd saman í 1975, og amerikumenninir noyddust at rýma, gjørdist Kim Hai arbeiðsleysur. Í 1977 fekk hann arbeiði á eini málingaverksmiðju í Saigon, ið nú æt Ho Chi Minh Býur.
»Tann nýggja, kommunistiska leiðslan á verksmiðjuni dugdi ikki at stýra teirri amerikansku tøknini,« sigur Kim Hai og flennir hjartaliga.
Fram til 1980 var hann arbeiðsleiðari á verksmiðjuni. Samstundis framleiddi hann eitt sindur av sápu heima við hús.
»Vit vóru væl fyri fíggjarliga, men vit høvdu einki frælsi. Skuldi tú vitja vinir í einum øðrum býi, mátti tú søkja um loyvi. Kommunistaflokkurin stýrdi øllum. Vit høvdu onga framtíð í Vietnam,« sigur Kim Hai.
Kim Hai byrjaði nú at hugsa um at flýggja saman við konuni og dóttir teirra. Eftir at hava givið einum manni, ið segði seg eiga ein bát, trý gullstykki, søkti Kim Hai um frí frá arbeiðnum í tvær vikur. Hetta var í apríl í 1980. Men tað vísti seg at maðurin hevði snýtt tey og fleiri onnur, ið eisini ætlaðu at flýggja.
»Alt var jú loyniligt, so einki nyttaði at melda mannin til løgregluna. Eg noyddist tí aftur til arbeiðis eftir tær tvær vikurnar,« sigur Kim Hai. Hann gjørdist nú varastjóri á verksmiðjuni.
Onnur royndin
Í maj í 1982 kemur ein kvinna á verksmiðjuni og spyr, um hon kann fáa frí í eina viku. Tá hetta ikki var vanligt, spyr Kim Hai um hon ætlaði at flýggja. Um so var ætlaði hann sær við.
Seinnapartin sama dag hevði Kim Hai aftur goldið við trimum gullstykkjum. Hesaferð skuldi hann einsamallur avstað, og síðan seinni royna at hjálpa konuni og dóttrini at flýggja.
Um náttina fór báturin oman eftir Saigonánni og helt til havs. Báturin var fimtan metrar langur og tveir metrar breiður, og í honum vóru 174 fólk, sum øll vónaðu at fáa eina betri tilveru aðrastaðni í heiminum. Í trý samdøgur vóru tey í bátinum uttan mat og drekka. Tey sóu átta skip, ið øll sigldu fram við teimum.
»Eg hevdi gjørt mær greitt, at eg skuldi doyggja,« sigur Kim Hai álvarsamur.
Tað níggjunda skipið, sum var Cecilie Mærsk, steðgaði. Skiparin rópti niður í bátin, at ein persónur skuldi koma umborð at tosa við seg. Tá Kim Hai var tann einasti í bátinum, id dugdi enskt, fór hann umborð á Cecilie Mærsk. Hann greiddi frá hvaðani tey komu, og umleið hvussu nógv fólk vóru í bátinum. Skiparin setti seg í samband vid donsku sendistovuna í Singapore, ið gav loyvi til, at øll flóttarfólkini kundu verða tikin umborð á danska skipið. Skiparin bað sídan Kim Hai fara niður í bátin eftir sínum landsmonnum.
»Eg noktaði, tí nú var eg bjargaður, so í staðin rópti eg niður teirra, at tey kundu koma umborð,« sigur Kim Hai. Skiparin segði teimum at tað var í evstu løtu at tey vóru tikin upp, tí eitt óveður var á veg.
Tá skipið kom til Singapore vóru flóttarfólkini koyrd til eina flóttarfólkalegu, har tey búðu í tríggjar mánaðir. Haðani fekk Kim Hai skipað fyri at konan og dótturin kundu flýggja við einum báti ein mána seinni.
»Báturin sakk, og øll sjeyti fólkini druknaðu,« sigur Kim Hai við einum syrgnum eygnabráði. Eftir tríggjar mánaðir í Singapore, kundu flóttarfólkini velja um tey skuldu fara til USA, Australia, Frankaríki ella Danmark, ið vóru tey einastu londini, sum vildu taka ímóti teimum. Kim Hai valdi Danmark tí at tað var eitt danskt skip, ið bjargaði teimum.
Aftur til Vietnam
Í august í 1982 kom hann til Danmarkar, har hann arbeiddi í eini flóttarfólkalegu, meðan hann samstundis lærdi seg danska málið.
Í 1983 byrjaði Kim Hai at lesa til skipsverkfrøðing og varð liðugur við hesa útbúgving í 1987. Í hesum tíðarskeiðnum giftist hann við eini vietnamesiskari kvinnu, sum eisini var flýdd úr heimlandinum.
Kim Hai arbeiddi á eini danskari skipasmiðju í nøkur ár, áðrenn hann fekk starv á eini teknistovu, ið millum annað arbeiðir við menningarætlanum í fjareystri og aðrastaðni.
Tá hann fekk í boði at fara til Viet Nam at arbeiða í eina tíð, ivaðist hann ikki í at taka av tilboðunum. Fyri fyrstu ferð síðan hann flýddi, kundi hann fara at vitja familjuna, sum framvegis býr í Hué.
Nógv er broytt
Spurdur, um hetta er tað Viet Nam, ið hann hevði væntað at sæð, sigur hann, at hann hevði væntað at sæð eitt land í framgongd, og at tað eisini er hent nógv í hesi fimtan árini. Hann leggur afturat, at livikorini eru væl betri enn hann hevði ímyndað sær, men at munurin millum rík og fátæk er vorðin størri.
Í Vietnam livir helvtin av teimum 80 milliónum fólkunum undir hungursmarkinum, ið er ein amerikanskur dollari um dagin. Kim Hai sigur, at tað ikki er nokk at stjørnin hevur økt tað fíggjarliga frælsið. Teir mugu eisini geva fólkinum politiskt frælsi, og hann vónar, at teir ungu politikarnir, ið bert hava upplivað framgongd í landinum fara at skunda undir arbeiðiðfyri fleirflokkaskipan. Hann sigur at fólk, ið hava upplivað so nógv kríggj og so nógva neyð, eru nøgd bert tey hava tak yvir høvdið og mat í munnin. Hetta er helst ein av orsøkunum til at fólk í Vietnam ikki eru serliga ónøgd við verandi politisku skipanina.
Tá arbeiðið í Vietnam er liðugt næsta summar, fer Kim Hai, saman við konuni og teimum trimum børnunum, aftur til Danmarkar.
» Eg vóni at kunna venda heimaftur til Vietnam at búgva, áðrenn eg verði alt ov gamal,« sigur Kim Hai at enda.