VÍF er føroyameistari

Vestmenningar hava tryggjað sær sítt fyrsta FM-heiti síðani 2005.

Fyri fyrstu ferð síðani 2005 hevur VÍF tryggjað sær FM-heitið síðani 2005. Í kvøld vunnu teir 24-23 í seinna finaludystinum ímóti H71. VÍF vann eisini steypafinaluna fyrr í ár, og sostatt eru teir føroyameistarar 2015.

 

Sosialurin ger nógv burturúr FM-finalunum í blaðnum, sum kemur út mánadagin. Niðanfyri sæst beinleiðis tekstfrásøgnin, ið in.fo hevði, meðan dysturin varð leiktur.

 

 

Liðugt: VÍF vann 24-23.

 

58. minuttur: VÍF rennur undan nú. Støðan er 23-20 til vestmenningar, og tað tykist óhugsandi, at H71 kann venda hesum dystinum til ein sigur.

 

56. minuttur: H71 er í ferð fyri at spilla tað fyri seg sjálvar. Teir vóru komnir í yvirtal, 7 ímóti 5, men ístaðin fyri at gera eitt hál, so er tað VÍF, ið kom betri burturúr hesum tíðarskeiðnum. Støðan er nú tann, at VÍF er frammanfyri við einum máli.

 

51. minuttur: Bæði liðini hava hvør sín mann útvístan í løtuni. Støðan er 19-19. H71 skal vinna. Spenningurin er í hásæti.

 

48. minuttur: H71 er komið aftur á javnt. Bogi G. Davidsen hevur javnað til 17-17. Ári Dam, H71-málmaður, hevur eisini júst havt eina fantombjarging.

 

44. minuttur: Nú er VÍF á odda. Við hansara fimta máli hevur Julian Olsen lagt VÍF á odda 16-15.

 

39. minuttur: Munurin er minkaður. H71 var frammanfyri 13-10, men nú er støðan 14-14.

 

37. minuttur: Nú eru tvey mál á muni. Hilmar Leon Jacobsen hevur skorað tvey mál, og nú er støðan 12-10 til H71.

 

33. minuttur: Onki mál komið enn. 10-10.

 

 

Hálvleikur: Liðini hava fylgst at allan hálvleikin, og av tí sama er hálvleiksstøðan 10-10. Verjurnar og málverjarnir hjá báðum liðum standa væl. 

 

27. minuttur: Tað leikar framvegis javnt á, men nú er VÍF á odda. Støðan er 9-8 til vestmenningar. Ári Dam í H71-málinum hevur havt nakrar góðar bjargingar.

 

20. minuttur: Tað er full høll og stórur spenningurin í Vestmanna. Tað hava verið nógvir kjansir, nógv brend skot, og tískil eisini nógvar málmansbjargingar. Støðan er 7-6 til H71.

 

16. minuttur: Hvørki av liðunum megna at renna undan. Støðan er nú javnleikur 6-6.

 

12. minuttur: Tað eru ungir menn hjá VÍF sum Julian Olsen og Áki Egilsnes, ið ganga á odda hjá VÍF. Julian hevur longu skorað fýra mál. Støðan er 6-5 til VÍF.

 

9. minuttur: VÍF er komið sterkt aftur, og nú er støðan 5-3 til VÍF.

 

5. minuttur: Hoyvíkingarnir, ið mugu vinna, hava lagt væl út. Teir eru á odda 2-3 í proppfyltu høllini í Vestmanna. Stórskjúttin hjá VÍF, Filip Jojic, verður mansvardur frá byrjan.

 

Fyrsti dysturin, ið bleiv leiktur mikukvøldið, endaði við einum teprum eittmálssigri til vestmenningar. Tískil hevur VÍF bestu kortini á hondini í finaluni, sum byrjar beint nú. H71 skal vinna, um teir skulu varðveita møguleikan at vinna FM. Fyri vestmenningar er ein javnleikur ella sigur nóg mikið, so eru teir føroyameistarar.