Seinna hálvfinalan í steypakappingini ímillum StÍF og VÍF varð spæld í Vestmanna í kvøld. Fyrra hálvfinaludystin ímillum hesi liðini vann VÍF tepurt 20-19. Tískil høvdu vestmenningar ein pinkulítlan fyrimun undan returdystinum í kvøld.
VÍF vann seg í finaluna í kvøld, men strandingar vóru ikki langt frá finaluplássinum. Hálvleiksstøðan var 10-9 til heimaliðið StÍF, og í byrjanum av seinna hálvleiki var líkt til, at StÍF fór at draga longra stráðið. Eftir 35 minuttir vóru strandingar á odda 12-9, og seinni í hálvleikinum var støðan eisini 17-14 til StÍF. Men eftir hetta gjørdi VÍF eitt stórt hál og vann seg á odda 19-17. StÍF megnaði ikki at svara aftur, og at enda gjørdist endaliga úrslitið 23-21 til VÍF.
Tískil vann VÍF báðar hálvfinaludystirnar. Samanlagda úrslitið frá báðum dystum gjørdist 43-40 til VÍF.
Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld komandi leygardag, 13. februar, og tá verður VÍF altso annað liðið í kvinnufinaluni.
Málskjúttarnir úr dystinum verða væntandi lagdir afturat greinini skjótast gjørligt.