Besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann sum væntað hálvfinaluna móti 2. deildarliðnum hjá VÍF í Vestmanna mikukvøldið. Men vestmannakvinnur góvu Kyndli skarpan gang í fyrra hálvleiki, og ikki fyrr enn væl inn í seinna hálvleik fingu tær grønu greiða leiðslu og vunnu at enda 26-18.
Enn einaferð var tað Lotte Sørensen, sum skaraði framúr. Í dystinum móti StÍF um vikuskiftið gjørdi hon tólv mál, tá Kyndil vann 27-26. Hesa ferð fekk hon »bert« tólv mál.
Fleiri av spælarunum á VÍF-liðnum hava royndir úr 1. deild, og til tíðir sást tað ikki, at liðið nú spælir í 2. deild. Men so líðandi gjørdist tað kortini greitt, at Kyndil er eitt av bestu liðum í 1. deild, meðan VÍF als ikki er í 1. deild.
Men tað tók langa tíð. Tá ein triðingur var spældur av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 14-14. Men so gjørdi Lotte Sørensen trý mál á rað til 17-14, og Jórun Ludvig og Jacklin Djurhuus øktu til 19-14, og so var liðugt. Tey munnu vera heilt fá, sum rokna við, at Kyndil fer at blaka hesa leiðsluna burtur í returdystinum, og sostatt er lítið at ivast í, at tað verður Kyndil, sum skal spæla finaluna móti antin StÍF ella Neistanum.