VÍF-kvinnurnar ristu Neistan av sær

Alt bendir nú á, at VÍF endar í FM-finalunum saman við Kyndli.

Spennandi dystur var í Elektron-deildini í kvøld, fremstu kvinnudeildini í hondbólti, har VÍF, sum var á 2. plássi við 18 stigum, hevði vitjan av Neistanum, sum var á 3. plássi við 13 stigum.

 

Í fyrra hálvleiki skifti leiðslan nógv ímillum liðini, men tað endaði við at heimaliðið VÍF slapp til hálvleiks á odda 13-12. Í seinna hálvleiki megnaði Neistin at koma upp á javnt og tað leikti javnt á, men at enda rann VÍF avstað og vann 28-24.

 

VÍF hevur nú 20 stig, sum er sjey stig frammanfyri Neistan við 13 stigum. Neistin hevur leikt ein dyst færri, men alt bendir á, at VÍF í FM-finalurnar saman við Kyndli.

 

Sí beinleiðis dystarfrásøgnina, sum in.fo hevði frá dystinum, niðanfyri:

 

Liðugt: 28-24 til VÍF. Tað skrædnaði ímóti endanum, og nú bendir alt á, at VÍF fer at fylgja Kyndli í finaluna.

 

53min.: 23-22 til VÍF. Neistin livir í vónini, men nú eru tær í undirtali og tað gongur sera striltið.

 

44min.: Javnleikur 19-19. VÍF hevur betra spælið, men Marijana Lucic stendur sum ein brandur í Neista-málinum og heldur teimum inni í dystinum.

 

37min.: 16-15 til VÍF. Heimaliðið leyp upp á 16-12, men nú er Neistin væl við aftur. Neistin mansverjir nú Liljuna Djurhuus.

 

Hálvleikur: 13-12 til VÍF. Bæði liðini hava misnýtt nakrar møguleikar seinastu løtuna, men tað eydnaðist VÍF at skora hóast tær vóru í undirtali og sleppa tær til hálvleiks á odda 13-12.

 

25min.: Javnleikur 12-12. VÍF hevur av álvara fingið stórskjúttan Liljuna Djurhuus við í spælið og hon hevur skotið heimaliðið aftur í dystin. 


15min.: 5-8 til Neistan. Neistaverja og -málverji hava fullkomiliga læst VÍF úti hesa løtuna, meðan Neistin hevur skotið fimm mál á rað. VÍF-venjarin, Henrik Gerster, er ikki nøgdur við støðuna og tekur time-out.


10min.: 5-3 til VÍF. Neistin legði annars betur frá landi og kom á odda 1-3, men síðani hava tær bláu úr Havnini misnýtt nógvar opnar málmøguleikar og VÍF takkaði fyri við fýra málum á rað.