VÍF - StíF: 29-23 (13-13)
Tað var ongin munur í hálvleikinum. VÍF spældi ikki um eitt topplið og StÍF spældi ikki sum eitt botnlið. Men longu í fyrstu minuttinum av seinna hálvleiki kom VÍF á odda. Teir spældu skjótt og revsaðu álopsfeilirnar hjá StÍF.
Síðani svaraði StÍF aftur og kom á 20-19. Riggaði bara eina løtu, tí so kom Liljan Djurhuus í gongd. Hon skoraði fleiri mál og legði upp til hini málini í avgerandi løtuni í dystinum. Í verjuni slapp einki í gjøgnum. Seinastu 17 minuttirnar skorar StÍF bara trý mál.
VÍF er nú einsamalt oddalið við 12 stigum. StÍF er framvegis botnlið í bestu kvinnudeildini.
Málskjúttar:
VÍF: Liljan Djurhuus 9, Agnas Olsen 8, Eilin Hansen 4, Durita Christophersen 4, Durita Ljósstein 3, Tóra Seloy 1
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 4, Bára Berthelsen 4, Sunfríð Jóhansen 2, Guðrið Poulsen 2, Heidi Sevdal 2, Ansy Sevdal 1,Erla Petersen 1
Liðugt: (29-22) VÍF hevur vunnið 29-23.
58.min: (29-22) Hetta vinnur VÍF. Umframt at skjóta neyðugu málini, so hava tær lukkað av í verjupartinum og StÍF megnar als ikki at koma í góðar álopsstøður.
55.min: (26-22) VÍF hevur fingið takið á dystinum og Liljan er avgeradni spælarin á vøllinum, meðan StÍF ikki fær mál.
46.min: (22-20) Liljan Djurhuus, VÍF, er høvðusorsøkin til, at VÍF aftur er á odda.
43.min: (19-20) So er StÍF á odda. Skjótálop, væl spæld álop og misskiljingar í verjuni hjá VÍF gera, at StÍF nú hevur vunnið seg framum.
35.min: (18-15) VÍF hevur vunnið sær eina leiðslu við fleiri skjótálopum. VÍF er komið betri frá byrjan í seinna hálvleiki.
Hálvleikur:(13-13) Støðan sigur tað mesta um dystin. Ein javnur dystur, har favorittarnir úr VÍF ikki hava megnað at sett seg á dystin. Onkursvegna kennist tað sum, at VÍF má arbeiða harðari fyri síni mál enn StÍF.
Málskjúttar:
VÍF: Agnas Olsen 5, Eilin Hansen 3, Durita Christophersen 3, Durita Ljósstein 1, Liljan Djurhuus 1
StÍF: Fríðrún Danielsen 3, Bára Berthelsen 3, Rebekka Justinussen 2, Ansy Sevdal 1, Erla Petersen 1, Sunfríð Jóhansen, Guðrið Poulsen 1
28.min: (13-12): Gongdin er áleið tann sama, men nú hevur VÍF so vunnið sær eina eitt máls leiðslu. StÍF tekur time-out.
20.min: (7-8): Tað gongur javnt á í Vestmanna. Tað er ikki at síggja, at annað liðið er í toppinum og hitt í botninum. VÍF hevur ilt við at seta seg á dystin og StÍF tykist fáa mál nakað lættliga. Tær hava eisini brent onkrar møguleikar.
Dysturin er byrjaður:
Undan dystinum:
Tað er toppur móti botni, sum møtast í Vestmanna í dag. VÍF liggur nummar tvey, meðan StÍF bara hevur tvey stig á aftasta plássi. Seinast liðini møttust vann VÍF við tíggju málum, 27-17.