VÍF vann sín fyrsta dyst aftur í bestu deildini

VÍF kvinnur vunnu 29-24 móti EB kvinnum, tá tær hittust í Vestmanna í dag. Hálvleiksstøðan var 14-7.

Tað leikti javnt á fyrstu løtuna av dystinum. Tá hálvleikurin var hálvrunnin stóð á jøvnum 6-6. Men tá steðgaðu EB kvinnur upp. Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki fekk EB bert eitt mál. Tað var Sarita Petersen, ið skoraði upp á brotskast. Meðan EB bert fekk eitt mál, fekk VÍF heili 7 mál. VÍF fóru til hálvleiks við eini 7 málsleiðslu 14-7.

Í seinna hálvleiki skiftust liðini um at fáa mál. VÍF helt 7 málsleiðsluna so at siga allan seinna hálvleik, men síðstu løtuna minkaði EB eitt sindur um munin til 29-24.

Málskjúttar VÍF:

Rannvá Olsen 8, Fríða Nolsøe Olsen 7, Durita Christophersen Jojic 4, Laura Dam Johannesen 3, Rana Johannesen 3, Bjørg á Líknagøtu 1, Ró Tova Nielsen 1, Sandra Rothberg 1,Sára Sundstein Lagos 1

Málskjúttar EB:

Nukaaka Petrussen Lyberth 5, Solveig Dahl 5, Karin Kruse 3, Lea S. Lisberg 3, Eyðbjørg Ellingsgaard 2, Sarita Petersen 2, Zeljana Grozdanic 2, Sára J. Magnussen 1, Talita Jeffrisdóttir 1

Hetta var einasti dystur í SMS-deildini í dag. Í gjár vann Stjørnan á VB suðuri í Vági. Hóskvøldið vann H71 stórsigur á StÍF, og Kyndil vann grannauppgerðina ímóti Neistanum. Við sigurinum í dag fær VÍF síni fyrstu stig hetta kappingarárið. EB hevur framvegis 0 stig. Her sæst støðan í SMS-deildini eftir annað umfar:

 

##med2##