23. juni verður Viggo Hansen 80 ár. Faðir Viggo var Anthon Hansen, sum var ættaður úr Túni á Toftum. Anthon var fiskimaður og tiltikin góður flettari. Móðir Viggo var Hansina Hansen, fødd Eldevig, sum var ættað úr Elduvík. Sum ung genta kom Hansina út í prestagarðin á Nesi at tæna, og tað var um hetta mundið, at tað rann saman millum Anthon og Hansinu.
Hansina var ein hjartarein og góð mamma, sum doyði av sjúku í 1952 einans 56 ára gomul. Hetta var ein svár og døpur tíð hjá Viggo og hansara 8 systkjum.
Viggo vaks upp niðri í Túni. Men tá ið Viggo var 6 ára gamal, vóru Túnhúsini tikin niður, tí avgjørt var, at nýggi bygdavegurin skuldi leggjast júst har, ið húsini stóðu. Familjan hjá Anthon og Hansinu varð tí noydd at flyta í onnur hús í sama grannalagi.
Viggo var ein raskur smádrongur. Hann var sera nærlagdur. Honum dámdi væl at røkja bø og haga. Torvleyparnir, ið hann hevur borið um brúnna við Toftavatn, eru nógvir í tali.
Tá ið Viggo var liðugur við barnaskúlan, fór hann til skips, eins og nógvir av javnaldrunum. Hann sigldi við Høganesi fyrstu tíðina, og seinni sigldi hann við føroyskum og norskum línubátum. Nøkur summur róði hann somuleiðis út í Grønlandi.
Tá ið Viggo var vorðin nakað eldri, valdi hann at fara í starv á Línfrost, har hann hevði sína dagligu gongd í samfull 37 ár.
Í 1969 giftist Viggo við Rosu Hansen, fødd Lamhauge. Rosa er úr Rituvík, og hon hevur verið Viggo ein góð og trúføst kona. Viggo og Rosa bygdu hús inni í Runavík. Tey fingu fýra vælskapt børn og eiga í dag 12 barnabørn, ið Viggo er sera errin av.
Tað, ið eyðkennir Viggo, er hansara róliga lyndi. Viggo er eitt gott fólk í allar mátar. Hann er familjukærur og ein trúfastur vinur. Hann er evnaligur, og hansara partur hevur ongantíð ligið eftir.
Viggo bróðir – eg fari við hesum fáu orðum at takka tær fyri alt tað, ið tú hevur verið fyri meg og míni. Tú vart mín fyrimynd, tá ið eg var smádrongur. Og nú tú verður áttati, ert tú framvegis ein menniskja, ið eg virðismeti avbera høgt.
-----------
Beiggi tín Harry.