Vika 6 – og alt tað, sum vit ikki tora at tosa um

Vika 6 er eitt framúr konsept hjá KYN, og somuleiðis er samstarvið millum Almannamálaráðið, Fólkaheilsuráðið, Amnesty Føroyar, Gigni, Tjaldurs Apotek og Føroya Politi. Gott í tykkum! Tit seta orð á tað, sum vit ikki tora at tosa um. Og tað er nógv, sum vit ikki tora at tosa um, ella sum vit ikki vilja seta orð á í almenna rúminum.

 

KYN tosar við miðnámsskúlanæmingar. Eg vil tosa við mítt ættarlið útfrá okkara lívsroyndunum aftaná at hava verið tannáringar og kanska vorðin foreldur. Hvat er tað, sum vit ikki tosa um?

 

Vit tosa ikki um kropsskaðar av at eiga børn. Hesum fann eg útav, tá eg fór at vitja arbeiðsplássið við mínum nýføðingini, og var spurd, um hvussu tað gekk at eiga. Eg segði sum var, at tað hevði gingið illa. Tá komu søgurnar um stjørnukagarar, akut keiserskurð, skrædnaða lívmóður, kokuloysn, um at skrædna frá einum enda í hin. Mín niðurstøða var, at satt at siga ganga sera nógvar føðingar illa, men vit góðtaka, at tað er so.

 

Síðan eru seinárinini, sum nógvar kvinnur stríðast við. Trupulleikar við kynslívi, at halda vatninum, føðitunglyndi. Menn kunnu eisini fáa føðitunglyndi. Tað tosa vit heldur ikki um, hóast tað rakar millum 7-10% av øllum pápum.

 

Tað verður ofta sagt um kvinnur við føðitunglyndi: ”Hon er eisini so nervøst anløgd”. Nei, tað er hon ikki! Viðgongutíð og føðing kann vera ómetaliga torført og traumatiserandi fyri kropp og sinn. Hóast hetta er natúrligt og lívsjáttandi, so skulu vit viðurkenna tær avbjóðingar, sum eru, tá m.a. hormonjávnvágin, sum mestsum avger okkara persónmensku, verður skeiklað.

 

Tryggingarfeløg í Danmark eru nýliga komin í brennidepilin, tí at tryggingar sera sjáldan fevna um føðiskaðar, tí hetta er ein natúrlig hending. Málið er tikið upp í javnstøðunevndini og úrskurðurin er, at tað er ikki javnstøða, um tryggingar ikki fevna um føðiskaðar.

 

Vit tosa ikki um preventión. Kjak á sosialum miðlum vísa, at flest meta, at hetta er ábyrgd hjá kvinnuni, hóast hítin er einasta fyribyrging móti kynssjúkum. Eg var tannáringur í 90’unum, og tá var tað deyðadómur at fáa AIDS. Lýsingarherferðin í Føroyum var ”Hjúnaband er besta fyribyrging móti AIDS”.

 

Hvørki trupulleiki ella loysn vóru her á breddanum, hinvegin vórðu moralur og sosialpolitikkur brúkt at stýra fólkinum. Seinni kom kunning um at brúka hít, og tá setur mann trupulleika og loysn saman.

 

Vit tosa ikki um fylgjurnar av hormonpreventión. Tí hetta er ikki ókeypis fyri kropp ella sinn. P-pillar, minipillar og hormonstavar kunnu broyta sinnalagið og viðføra øktan vanda fyri blóðtøppi og krabba. Hetta er eitt val, sum kvinnan stendur við.

 

Vit tosa ikki um, hvørt okkara heilsuveitingar í kvinnumálum eru nøktandi. Skal tað vera ein kommunulækni, sum setur spiral upp? Fær ein kommunulækni nóg ofta hesa uppgávu, til at gerast dugnaligur? Ella átti hendan trupla uppgávan heldur verið hjá gynokologinum?

 

Skal Heilsutrygd veita stuðul til preventión?

 

Vit tosa ikki um trygga heilsuveiting til kvinnuna. Løgmaður segði í vikuni, at abortlógin frá 1956, sum er ein forboðslóg, sum heimildar at senda kvinnur og læknar í fongsul, er nóg góð. Ein lóg, sum hevur so hóttandi ávirkan, at tær kvinnur, sum hava ráð fara til Danmarkar at fáa hesa veiting. Ein lóg, sum revsar kvinnuna, tí tað er bert hon, sum kann gerast gravid. Ein lóg, sum kriminaliserar kvinnuna.

 

Tað er nógv, sum vit áttu at torað at tosa meiri um.