Víkingar og jólaevangeliið

Posta sleppir fýra nýggjum settum av frímerkjum 28. septembur.

Posta sleppir fýra nýggjum frímerkjum seinni í mánaðinum og spenna tey frá jólaevangeliinum til víkingatíðina til binding og miðbýin í Havn.

Fyrsta settið umrøður átrúnað í víkingatíðini. Trý frímerki við kristnum krossum við ymiskum sniði eru í settinum. Slíkir krossar, høgdir inn í gravsteinar og steinamboð ella skornir í træ, eru funnir áf fleiri støðum frá víkingaøld og tíðliga í miðøld í Føroyum, og eru áhugaverd ítøkilig prógv um fyrsta kristindómin her á landi. Tað er Martin Mörck, ið hevur teknað og graverað frímerkini.

Sepac-útgávan í ár, sum eru serligar útgávur, sum frímerkjasambondini í smáu evropeisku londunum, geva út. Vanliga endurgeva hesi frímerkini okkurt sermerkt fyri landið. Í ár er evnið mentan, og Posta hevur valt at vísa bundna list á føroyska frímerkinum.

- At binda til onnur endamál enn klæðir, hevur verið sera óvanligt í Føroyum inntil fyri heilt stuttum. Men undantøk eru, m.a. hevur Randi Samsonsen víst okkum at binding kann brúkast til list eins væl og klæðir, skrivar Posta, og tað er júst Randi Samsonsen, sum hevur myndað føroyska frímerki.

Triðja frímerki er av H. N. Jacobsens bókahandli á Vaglinum í Havn. H. N. Jacobsen er ein av Føroya elstu fyritøkum og virksemi í hesum stovni hevur verið við til at mynda føroyska mentan.

- Í ár fyllir hesin mentanarstovnur 150 ár og Posta nýtir høvið til at geva út tvey frímerki við gamla bókahandlinum, skrivar Posta. Tað er Anker Eli Petersen, ið hevur sett frímerki upp, Jógvan á Dul hevur tikið myndirnar, meðan Kim Simonsen hevur lagt útgávuna til rættis.

Triðja og seinasta útgávan í røðini um jólaevangeliið kemur eisini í ár. Hesaferð hevur Edward Fuglø teknað teir tríggjar vísmenninarr og flýggjanina til Egyptalands.