Víkingur er størsti favoritturin í kvøld

Her eru oddsini upp á dystin ÍF-Víkingur

Í kvøld klokkan 18.30 verður grannauppgerð í Fløtugerði í Fuglafirði, tá ÍF tekur móti Víkingi í dysti í Betrideildini hjá monnum.

 

ÍF er aftast í deildini við bert trimum stigum. Víkingur er fremst í deildini við 45 út av 48 møguligum stigum.

 

Seinast liðini hittust í Fuglafirði vann Víkingur 8-1. 

 

Víkingur er størsti favoritturin í Betrideildini hjá monnum í kvøld, sambært altjóða veddingarfyritøkum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til ÍF eru so høg sum 19,50.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 10,34.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru so lág sum 1,07.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##