Hósdagin klokkan 16 fer Víkingur í holt við fyrstu evropeisku uppgávuna.
Á útivølli í Liepaja í Lettlandi skal Víkingur í Conference League spæla fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum móti Liepaja.
Tað verður 32 ára gamli walisarin, Thomas "Tom" Owen, ið verður høvuðsdómari til dystin.
Tom Owen hevur dømt altjóða dystir síðani 2021, tó mest yngri landslið og dystir í UEFA U-19 kappingini fyri felagslið.
13. juli í fjør dømdi Tom Owen dystin í Riga, sum Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík taptu 0-2 fyri Riga.
Tom Owens hevur dømt í bestu walisisku deildini síðani 2016.