Víkingur og HB eru greiðir favorittar

Oddsini upp á útisigrar til EB/Streym og 07 Vestur eru sera høg

Savnsmynd

Tveir teir størstu favorittarnir hjá veddingarfyritøkunum í morgin eru Víkingur í heimadystinum móti EB/Streymi í Sarpugerði í Norðragøtu, og HB í heimadystinum á Tórsvølli móti 07 Vestur. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

 

Víkingur sum hevur vunnið 12 dystir á rað er tann størsti favoritturin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Víking eru so lág sum 1,08. Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru so høg sum 16,71.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##

 

HB hevur eisini eina stóra favorittstøðu, men hon er nakað minni enn tann hjá Víkingi.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 1,31. Miðaloddsini upp á útisigur til 07 Vestur eru 7,39. 

 

HER eru oddsini: 

 

##med3##

 

Savnsmynd