Víkingur Reykjavík fekk bert javnleik móti ÍBV

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru tó framvegis oddalið

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu dyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti ÍBV á Hásteinsvøllinum úti í Heimaey.

 

Víkingur sum hevur 15 stig fleiri enn ÍBV hevði sett nøsina upp ímóti einum sigri, men mátti taka til takkar við javnleiki 0-0. Víkingur hevði bóltin 72 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri royndir á málið enn mótstøðuliðið, men tað rakk bara til eitt stig. 

 

Víkingur er tó framvegis fremst í deildini við 30 stigum. Valur og Breiðablik hava 27 stig hvør. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.15 spælir Víkingur fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður á útivølli í Kosovo móti Malisheva. Eina viku seinni verður leikt á Víkingsvøllinum í Reykjavík.