Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík tóku í kvøld móti fjórðaftasta liðnum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, KR á heimavølli á Víkingsvøllinum.
Hóast stóra favorittstøðu og fleiri málmøguleikar megnaði Víkingur bert javnleik 1-1 móti KR.
Mattias Vilhjálmsson legði Víking á odda tá bert seks minuttir vóru leiktir av dystinum. Sjey minuttir undan steðginum javnaði KR til 1-1, ið gjørdist endaliga støðan í dystinum.
Víkingur Reykjavík er framvegis oddalið við 27 stigum, men teir eru bert tvey stig frammanfyri Val og Breiðablik, ið bæði hava 25 stig.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Patrik og liðfelagarnir i Breiðablik móti Akranesi á Kópavogsvøllinum. Vinnur Breiðablik dystin vera teir fremst í deildini.
##med2##