Víkingur Reykjavík vann grundspælið

Nú byrjar endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík vann grundspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Aftaná 22 umfør og øll 12 liðini hava møtst heima og úti er Víkingur fremst við 49 stigum, sama stigatali sum liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik, men Víkingur hevur betri málmun.

 

Í kvøld vann Víkingur ein knúsandi 6-0 sigur á botnliðnum, Fylkir á útivølli. Longu aftaná 33 minuttirs spæl var Víkingur á odda 3-0.

 

Gunnar Vatnhamar sum hevur verið á ferð við landsliðnum var spardur í kvøld.

 

Í endaspælinum við seks teimum ovastu liðunum skal Víkingur leika fimm dystir. Tríggjar dystir á heimavølli og tveir á útivølli. 

 

Komandi leygardag klokkan 17 spælir Víkingur Reykjavík steypafinalu á Laugardalsvøllinum. Mótstøðuliðið í finaluni verður KA úr Akureyri.

 

Vinnur Víkingur finaluna verður tað fimtu ferð á rað, at Víkingur vinnur íslendsku steypakappingina.