Viktor Solmunde kom ikki í finaluna Í OL

16 ára gamli Viktor Solmunde datt í øllum trimum kappingum sínum í undankappingini í OL í París í morgun. Hann endaði seinastur í sínum riðili. Hann er á danska skateboard liðnum til OL.

Skateboard úrmælingurin hevur føroyskar røtur, hann er ommusonur føroyska prestin í Danmark, Lisbeth Solmunde Michelsen.

Hann var í riðili 1 saman við fimm øðrum rennarum, og hann fekk lægsta stigatal. Besta stigatalið hjá Viktor Solmunde var 42,95.

Enn mangla fleiri riðlar, men av tí at tað bara eru teir átta bestu í øllum riðlum, sum fara víðari til finaluna, er Viktor Solmunde í roynd og veru liðugur við OL, har finalan verður seinni í dag.

Í greinini park verður skatað í serliga sniðgivnum bowls við elementum, sum minna um rampur og quarterpipes.

##med2##

##med3##

 

/ritzau/