Seinastu smáu tríggjar mánaðirnar hevur Johnny í Grótinum staðið á odda fyri Public Service stovnin, Kringvarp Føroyar.
Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið innlit í skjøl í Kringvarpinum, sum vísa, at stjórin er klagaður til Kringvarpsstýrið tvær ferðir. Einaferð áðrenn hann tók við sessinum sum stjóri, og einaferð í sambandi við uppíblandan í Skattamálinum.
Johnny í Grótinum afturvísir, at hann hevur blandað seg ov nógv í tíðindaflutningin, men skjølini siga nakað annað. Les stórt tema um støðuna í Kringvarpinum í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur í handlarnar í kvøld.