FØROYA TELE
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í morgun gjørdist greitt, at Kristian Davidsen verður nýggjur stjóri á Føroya Tele. Hann skal taka við tann 1. desember. Verandi stjórin, Andras Róin segði upp herfyri. Sosialurin setti seg í samband við nýggja stjóran í morgun, eftir at tað gjørdist greitt, at nýggja nevndin hevur valt hann.
- Eg fekk at vita mánakvøldið, at eg skal verða nýggi stjórin á Føroya Tele. Eg ivaðist ikki, tá ið hetta starv stóð mær í boði, sigur Kristian Davidsen.
Kristian ætlar ikki at kollvelta fyritøkuna, nú hann kemur at sita við stýrisvølin.
- Yvirordnað er ætlanin at víðarimenna okkara virksemi á føroyska marknaðinum. Afturat tí skulu vit hava eitt økt fokus á at gera Føroya Tele til eina altjóða fyritøku, sigur Kristian og heldur fram:
- Meira ítøkiliga merkir hetta fleiri sáttmálar við útlendskar fyritøkur og fleiri íløgur uttanlands. Sum heild vilja vit skapa meira virksemi, sum er inntøkuskapandi, uttanfyri landaoddarnar, sigur hann.
Einskiljing
Nógv hevur verið tosað um einskiljing av Føroya Tele. Andras Róin hevur arbeitt miðvíst fram móti einari einskiljing av fyritøkuni. Nýggi stjórin hevur eisini sína meining um einskiljingina, men hetta metir hann vera upp til eigararnar at avgera.
- Mín prinsipiella støða til hetta er, at fyritøkur eiga at vera einskildar. Hetta er eisini galdandi fyri Føroya Tele. Tó skal hetta vera upp til eigararnar at avgera. Eg meti, at uppgávan hjá stjórn og nevnd er allatíðina at menna og vaksa um virði á fyirtøkuni, sigur Kristian.
Starvsfólkarøkt
Starvsfólkarøkt og at fylgja við tíðarandanum hevur eyðkent Føroya Tele, meðan Andras Róin var stjóri. Hetta fer ikki at broytast, nú Kristian tekur við.
- Føroya Tele er ein modernað fyritøka. Vit vilja eisini reka hana sum eina modernaða fyritøku. Starvsfólkarøkt er sera týdningarmikið. Starvsfólkini er okkara besta aktiv, og vit vilja, at øll skulu trívast á arbeiðsplássinum, so at vit fáa mest møguligt burturúr teimum, sigur Kristian, sum heldur at undanfarna leiðsla hevur gjørt eitt gott arbeiði.
- Eg haldi, at leiðslan hevur gjørt eitt sera gott arbeiði. Persónar eru tó ymiskir, og tað eru leiðarar eisini. Tí skal eg ikki siga, at alt verður tað sama, nú eg verði stjóri. Mín fyrsta uppgáva verður at tosa við nógv fólk í fyritøkuni - kanska serliga leiðararnar. Eg fari helst ikki at siga so øgiliga nógv og heldur ikki at vera so markantur fyrstu tíðina. Síðani skulu vit saman finna útav, hvussu vit best kunnu menna Føroya Tele og skapa hendan veruleika saman, sigur Kristian.
Leiðsluroyndir
Kristian veit ikki sjálvur, hví júst hann varð valdur. Hann metir, at tað er upp til onnur at siga, hvørjar førleikar hann hevur, sum gera hann egnaðan til starvið. Hann hevur tó eitt boð, tá ið vit spyrja hann um hetta.
- Kanska tað hevur nakað við mínar leiðsluroyndir at gera og mín førleika innan vinnugreinina. Eg havi eisini nógvar royndir við altjóða arbeiði frá tíðini, tá ið eg arbeiddi hjá Ericsson, sigur hann.
Eyðkennini hjá Kristiani kunnu væntast at vera ein altjóða satsning næstu árini. Hesum er Kristian ikki ósamdur í.
- Tað verður kanska serliga tað, sum eg fari at leggja dent á. Tað hevur nógv at týða fyri meg, at fyritøkan verður altjóðagjørd. Tað meti eg eisini verður eitt gott og rætt val, sigur Kristian at enda.