Vil forða fólki í at koma í neyð í vetur

Verður ódnarveður í vetur, vil Henrik Old sleppa at steingja vegir ímillum bygdir

Verður tað ódnarveður í vetur, skulu vegir rætt og slætt steingjast fyri at forða fyri, at fólk koma í neyð.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Seinasta vetur hendi tað nakrar ferðir, at hann brast á við ódnarveðri og kavaroki, og hóast bæði Landsverk og løgregla mælti fólki staðiliga frá at fara ímillum bygdir við bili, vóru tað fleiri, sum ikki aktaðu, men fóru kortini. Og tað vóru eisin nógv, sum rendu seg føst og sótu undirkavað í fleiri tímar. Samstundis mátti fólk frá Landsverki at bróta vakt og leggja nógv fyri, fyri at bjarga teimum aftur.

 

Og hesa støðu vil Henrik Old sleppa undan í vetur og tí fer hann nú at taka samband upp við avvarðandi partar, Landsverk og løgreglu, um rætt og slætt at steingja vegirnar við bummi í slíkum førum fyri at forða fyri, at fólk yvirhøvur sleppa avstað.

 

Hetta er bæði fyri at forða fólki at koma sær sjálvum í óføri og fyri at bjarga starvsfólkunum hjá Landsverki frá at skula noyðast í fjøllini í ódnarveðri at hjálpa fólki, sum ikki vilja taka frámælini um at fara í bil, til eftirtektar.

 

Hann sigur, at á Landsverki ivast tey í, um hetta er ein gongd leið, tí tey halda, at tað er frægari at tosa til vit og skil hjá fólki. Men hann sigur kortini, at hann fer kortini at strongja á, fyri at fáa eina slíka skipan setta í verk.

 

Tað hevur víst seg, at sama hvussu staðilig ráðini eru um at lata vera við at fara í bil, eru tað altíð nøkur, sum ikki lurta eftir kortini. Og í slíkum førum er einki at gera uttan at steingja vegirnar, sigur landsstýrismaðurin.

 

– Tá ið arbeiðsfólki hjá Landsverki, sum hevur til arbeiðis at grava kava, mælir fólki frá at fara í bil, eiga vit binda um heilan fingur og steingja vegirnar í samráð við løgregluna, tí tað vísir seg, at tað eru altíð nøkur, sum ikki taka tað til eftirtektar, sigur hann.

 

Hinvegin skilir hann fólk, sum royna at sleppa heim, tí tey hava kanska børn í dagstovnum, men undir slíkum víðgongdum umstøðum eiga vit at hava eina tilbúgving, so at børnini verða verandi í dagstovnunum.

 

– Tað kann ikki ganga, at fólk seta sítt egna lív, og lívið á bjargingarfólkum, í vanda, sigur Henrik Old.