Sjálvstýrisflokkurin heldur, at tað er heilt órímiligt, at fulltíðar útróðrarmenn ikki kunnu hava meiri enn 50.000 krónur í inntøku frá aðrari vinnu enn útróðuri. Hava teir tað, verða teir missa teir støðu sum fulltíðar útróðrarmenn og verða settir í bólkin fyri parttíðar útróðrarmenn.
Hann sigur, at talan kann vera um menn, sum hava róð út alt sítt lív og eiga ein dýran útróðrarbát.
- Tá ið teir fylla 67, fáa teir Samhaldsfasta og grundupphæddina í fólkapensjónini og tað er meiri enn 50.000 krónur
- Men eisini tá ið vánaligur fiskiskapur ella uppiløga forðar útróðri, kundi ein avloysaratúrur við línuskipi ella trolara verið hendur. Somuleiðis er mangan tørvur á fólki at landa, tá frystiskip koma inn við stórari last. Inntøkumarkið forðar fyri hesum møguleika.
- Men serliga órættvíst er intøkumarkið, um útróðrarmaður legst sjúkur í nakrar mánaðar, og fær meir enn 50.00 krónur í sjúkratrygging.
Allar hesar støður føra við sær, at útróðrarmaðurin misur A-loyvi sum fulltíðarútróðrarmaður og verður flokkaður í B-bólkin, sum parttíðar útróðrarmaður, hóast hann onki annað arbeiði hevur havt uttan útróður.
Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum sigur, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lovað at hækka inntøkumarkið.
- Men enn er onki hent og er málið ikki avgreitt fyri nýggjár, fer Sjálvstýrisflokkurin at leggja fram lógaruppskot, um at hækka intøkumarkið, sigur hann.