Javnaðaflokkurin vil nú hava allar flokkar at boykotta Fólkaflokkin. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.
Hann vísir á, at Fólkaflokkurin stýrir Føroyum fullkomiliga einsamallur. - Og kósin er hættislig, tí Fólkaflokkurin skræðir samfelagið sundur leggur hann afturat.
Hann sigur, at í hevur Javnaðarflokkurin gjørt upp við Fólkaflokkin. Hann sipar til, at Javnaðarflokkurin hevur alment boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin aftur. - Nú er bara eftir at aðrir flokkar gera tað sama, sigur hann.
Les eisini: Fólkaflokkurin skræðir samfelagið sundur
Hann spyr, hvussu leingi Sambandsflokkurin letur alt um seg ganga. - Nær ásannar hann, at politiska skipanin eigur at arbeiða fyri allar føroyingar og ikki bara fyri útvaldar einstaklingar?
- Ein byrjan kundi verið, at Sambandsflokkurin tók undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at treytin fyri at fáa fiskiloyvi er, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini.
Aksel V. Johannesen heldur, at Fólkaflokkurin hevur fulla ábyrgd av tí óskilinum umborð á Anitu.
- Fólkaflokkurin vil ikki hava skipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðnum. Tí hevur samgongan tvær ferðir felt uppskot frá Javnaðarflokkinum um, at treytin fyri at fáa fiskiloyvi er, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini.
- Og alt bendir á, at nú uppskotið enn einaferð liggur í Løgtinginum, verður tað aftur felt av samgonguni.
Aksel V. Johannesen sigur, at tað er avleiðingin av. At Fólkaflokkurin stýrir einsamallur. - Sosial dumping skaðar okkara umdømi í umheiminum, og trýstir lønarlagið hjá fiskimonnum í botn, um tað fær loyvi at halda fram, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at landskassin, sum Fólkaflokkurin tostar so háðandi um, er sami kassi, sum skal tryggja børnum okkara ókeypis skúlagongd, ungdóminum ókeypis útbúgving og fólkinum góða og skjóta sjúkraviðgerð.
- Landskassin skal tryggja lærarum, pedagogum, sjúkrasystrum og øllum øðrum alment settum fólki sína løn.
- At Fólkaflokkurin tosar um landskassan sum hann ger, avdúkar alt um tann hugburð, ið har ræður.
|