Vil hava almennan stuðul til at umvæla skaðar

Vit mugu hava eina tilbúgving sum kann hjálpa til í slíkum førum, heldur løgtingsmaður

Onkuntíð leikar hart á í Húsavík og tað hava tey eisini merkt sviðan av

Løgtingið eigur at játta Húsavíkar Kommunu tvær milliónir til at umvæla skaðar aftur, sum eru hendir í ódnarveðri. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og tað hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.

 

Hann vísir á, at tvær ferðir upp á bara sløk tvey ár, hevur ódnarveður herja so illa, at stórir skaðar eru hendir. Fyrst hendi stórur skaði í húsavík ódnarveðri um mánaðarskiftið februar og mars í 2020 og hendan dagin og hendan dagin var slíkt áarføri í Dali og Húsavík, at tað elvdi til áarlop, sum gjørdi stóran skaða á lendi og á ognir hjá kommununi.

 

Páll á Reynatúgvu heldur, at tvær so stórar vanlukkur upp á tvey ár eru steinur omaná byrðu hjá eini lítlari kommunu, sum Húsavík er. Tí vil hann nú hava Løgtingið at játta Húsavíkar Kommunu tvær milliónir í stuðuli at umvæla skaðarnar aftur fyri. Men annars annars heldur hann eisini, at hesi viðurskifti mugu skipast betri.

 

Vit mugu skipa hesi viðurskifti í eini lóg, har Landið, kommunurnar, og kanska tryggingarfeløgini við, samstarva um at veita endurgjald, tá ið slíkir skaðar henda, heldur hann.

 

– Tað tykist, sum um at veðurlagsbroytingar hava ávirkan á veðrið um okkara leiðir, og vit eiga at hava eina fíggjarliga tilbúgving, sum loftar støðum sum hesari í Húsavíkar kommunu, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Onkuntíð leikar hart á í Húsavík og tað hava tey eisini merkt sviðan av