Er tað ikki betri at hava eina føroyska sendistovu í Kina, heldur enn sendistovuna, samgongan hevur avgjørt at seta á stovn í Moskva?
Tað er ein spurningur, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal greiða Løgtinginum frá í dag.
Tað er Bjørt Samuelsen, tingkvinna, sum spyr hann um nakrar ætlanir eru um at lata upp føroyska sendistovu í Kina.
Hinvegin vil hon eisini hava at vita, hvat avgerðin um at lata sendistovu ú Russlandi, byggir á, og hvørjar útgreiningar liggja aftanfyri tað avgerðina.
Bjørt Samuelsen vísir á, at Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur akkurát verið í Kina, har hon kunnaði seg um møguleikarnar fyri samstarvi á fleiri økjum, eitt nú um møguleikan fyri øktum samhandli ímillum londini.
Á ferðini varð eisini møguleikin fyri eini fríhandilsavtalu ímillum Føroyar og Kina, umrøddur.
Bjørt Samuelsen vísir á, at Kina hevur stóran áhuga at fáa gott samband við londini í útnorði, sum eru við í arktiska samstarvinum.
Ísland var eitt tað fyrsta landið, sum fekk fríhandilsavtalu við Kina og tí heldur tingkvinnan, at møguleikarnir hjá Føroyum at fáa eina slíka avtalu, eru góðir.
Í hesum sambandi hugsar hon um eina avtalu, sum er óheft av Danmark.
Hon vísir á, at skulu vit økja um samvinnuna við Kina, hevur tað stóran týdning at hava persónlig sambond og at kenna mentanina væl.
Hon vísir á, at samvinna við Kina kann kasta rættiliga nógv av sær til føroyska samfelagið, í sambandi við útflutning, ferðavinnu, útbúgving, gransking, grøna orku, og annað.
Føroyar eru longu ein størstu útflytarum av laksi til Kina, men góðir møguleikar eru at víðka handilssamstarvið til eisini at umfata aðrar fiskavørur og aðrar vørur, heldur Bjørt Samuelsen
- Tað er ikki uttan orsøk, at grannalond okkara leggja dent á at hava sendistovur í Kina, eitt nú er danska sendistovan í Beijing nú størsta sendistovuna hjá dønum úti í heimi, sigur hon. |