– Tað er eitt tekin um ómegd at samtykkja eitt uppskot sum hetta her. Tað heldur Pól Niklái Torkildshøj, kommunustýrislimur í Sunda kommunu.
Og uppskotið, hann sipar til, er eitt uppskot frá meirilutanum í komunustýrinum um, at kommunan skal ikki rinda tá ið foreldur senda børn í ansingarstovn aðrastaðni, tí kommunan hevur ansingarstovnar sjálv.
Men Pól Niklái Torkildshøj helt, at foreldur eiga at fáa frælsi til at velja, hvar tey enda børnini í dagstovn, tí hann heldur, at tað fer at elva til kapping ímillum dagstovnar um at hava ta bestu tænastuna. Hann heldur, at eisini, at tað er ein spurningur um at seta tørvin hjá foreldrunum í fremstu røð og tí skal borgarum eisini standa í boði at brúka teir hentleikar, aðrar kommunur hava at bjóða.
Og hann helt rætt og slætt, at tað var eitt tekin um ómegd at nokta foreldrum at koyra børnini á stovnar í øðrum kommunum, heldur enn at geva foreldrum eitt frítt val – og so at tryggja, at ansingarstovnarnir í Sunda Kommunu høvdu tað besta tilboðið.
Hann helt ikki, at tey í Sunda Kommunu skuldi stúra fyri kappingini, tað gjørdi hann ikki sjálvur, tí dagstovnarnir í Sunda kommunu eru so góðir, at tað kundi enntá eggja fólki aðrastaðni frá at fingið børnini á stovn í Sundalagnum.
Men hini í kommunustýrinum eru als ikki samd. Tey halda, at hetta er ein spurningur um at umsita skattgjaldarans pengar so skynsamt sum gjørligt og at kommunan eigur ikki at gjalda, fyri ansingarpláss í øðrum kommunum, uttan tá ið onkur serligur tørvur stingur seg upp.
Og borgarstjórin, Heðin Zachariasen, borgarstjóri, heldur, at Sunda Kommuna er væl fyri, hvat barnaansing viðvíkur. Og hann vísur á, at tað eru tríggir ansingarstovnur í kommununi so tað er ein kapping ímillum teir um at veita eina góða tænastu.
Hinir kommunustýrislimirnar staðfesta kortini, at er talan um ein serligan tørv, sum kommunan ikki kann ganga á møti, fer kommunan at rinda fyri at fáa ta tænastuna í onkrari aðrari kommunu.
Tá ið avtornaði, og kommunustýrið skuldi taka støðu til málið í gjár, atkvøddu bara tveir kommunustýrislimir fyri at foreldur skulu fáa frítt val at velja ansingarstovn í aðrari kommunu, og níggju vóru ímóti.