Vil hava herin upp í leikin

Um løgreglan ikki einsamalt megnar at steðga bandakrígnum, so má herurin hjálpa, metir Naser Khader

Eitt bandakríggja hevur seinastu vikurnar herjað danska høvuðsstaðin, ið millum annað hevur ført við sær, at Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypammahavn, hevur boðað frá, at tað eru summi økir í býnum har borgarar ikki kunna kenna seg trygg.


Løgreglan tykist at hava trupult við at basa harðskapinum, og eftir tríggjar skottilburðir seinastu tveir dagarnar hava fleiri politikarar blanda seg í málið. Seinastur í røðini er Naser Khader, tinglimur fyri Konservativa flokkin, ið heitir á løgregluna at gera meira fyri at steðga stríðnum.


- Løgreglan má inn og gerast sjónlig. Og um løgreglan ikki hevur nokk av orku, so mugu teir biða um styrki frá øðrum økjum í landinum. Tað varð gjørt í Aarhus Vest nýliga, og tað eydnaðist at fáa tamarhald á bandunum har – tað sama má gerast í Keypmannahavn, sigur Naser Khader við DR.


Um tað ikki er nokk at enda stríðið, so ynskir fólkatingslimurin, at danski herurin kemur upp í leikin.


- So ber til at spyrja herin um at hjálpa við nøkrum av uppgávunum, sum løgreglan hevur í løtuni – til dømis uppgávur í samband við varðhald – so løgreglan kann brúka teirra orku at fara eftir bandalimunum, sigur Naster Khader.


Løgreglan metir, at bandakríggið er millum motorsúkklubandan Loyal to Familia og ein bólk, ið heldur til í býarpartunum Mjølnerparken og Nordvest.