Sjálvstýrisflokkurin hevur á tingi í kvøld lagt misálitisuppskot á landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl. Tá tingfundurin varð settur í kvøld klokkan gott og væl 21 boðaði tingformaðurin frá, at misálit fór at verða reist móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Stutt eftir tók Kári á Rógvi, tingmaður úr Sjálvstýrisflokkinum orðið og segði frá, at misálit hervið varð reist móti landsstýrismanninum í vinnumálum fyri hansara viðferð í málinum rundan um bjarging av Smyril Line. Kári á Rógvi fanst harðliga at landsstýrismanninm fyri sína handfaring av hesum máli.
Tað førir við sær, at uppskotið um misálit verður tikið fram um alt annað og sostatt er viðgerðin av spurninginum um at seta almennan pening í Smyril Line, útsett til málið um misálit er avgreitt.
Tað, sum sjálvstýrismaðurin er so misnøgdur við, er, at samgongan í hesum máli í veruleikanum hevur sett fólkaræðið til viks við at víkja frá øllum tíðarfreistum í málinum um at seta 30 milliónir í partapening í Smyril Line.
- Tað hevur verið greitt í mánaðir, at Smyril Line hevur havt trupulleikar.
Men í øllum førum síðani leygardagin hevur landsstýrismaðurin vitað um hetta, men hann hevur álagt tinglimum at halda hetta loyniligt og sostatt hevur hann tikið framsøgufrælsið frá tingfólkið.
- Vit hava fingið revolvaran fyri pannuna og skulu atkvøða fyri ella ímóti, uttan at fáa høvi at viðgera málið.
Hetta er at venda fólkaræðið á høvdið og vit hava onga kunning fingið og upplýsingarnar, vit hava fingið, hava vit fingið aðrastaðni frá.
Hann vísti á, at Johan Dahl hevur lopið mannagongdirnar hjá løgtinginum um. Hann hevur gjørt greitt, hvat úrslitið skal vera og so hevur hann so funnið upp á grundgevingarnar so hvørt og tað kann løgtingið ikki liva við.