Vil hava Noreg upp í ES

Noreg hoyrir til Evropa, og tað harmar okkum, at landið ikki er limur í ES, sigur eysturríkski kanslarin

Eysturríkski kanslarin, Wolfgang Schússel, segði í Oslo í gjár, at Noreg eigur ikki at standa uttan fyri ES.
- Eg minnist væl, hvussu vit og Noreg í 1989 stríddust fyri at fáa ein so góðan EBS-sáttmála sum gjørligt. Eitt av londunum, Sveits, kom ikki upp í sáttmálan. Noreg kom ikki við, tá fleiri av hinum londunum søktu limaskap í ES, og tað harmar okkum, segði eysturríkski kanslarin.
Í Noregi hevur Wolfgang Schússel tosað við Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra um ymisk felags áhugamál. Á fundinum gjørdi eysturríkski kanslarin greitt, at lurur Noregs í altjóða friðarroyndum hevur havt og hevur framvegis alstóran týdning.
Wolfgang Schússel er ein av teimum fremstu talsmonnunum fyri einum felags evropeiskum uttanríkis- og verjupolitikki.