Hvussu stór hevði inntøkan hjá landskassanum av fiskivinnunni verið, um so var, at fiskivinnuskipanin hjá undanfarnu samgongu ikki varð avtikin. Tað skal Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú greiða frá. Tað er Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og landsstýrismaður í fiskivinnumálum í undanfarnu samgongu, sum spyr og vil hava greiði á hesum.
Høgni Hoydal vísir á, at Føroyar hava hækkað sína makrelkvotu umleið 60.000 tons. Harafturat er sildakvotan hækkað, umframt kvotan av botnfiski í Barentshavinum.
– Sjófeingislógin hjá undanfarnu samgongu hevði greiðar ásetingar um, at hækkaðar kvotur, og nýtt tilfeingi, skuldu bjóðast út, og um, hvussu nógv skuldi vera í menningarkvotum, sigur tingmaðurin fyri Tjóðveldi.
Tí spyr hann Jacob Vestergaard, hvussu nógv hevðu verið boðið út á uppboðssølu av makreli, norðhavssild, svartkjafti og av botnfiski í Barentshavinum, um lógin ikki varð broytt.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu stór inntøkan hjá landskassanum hevði verið av hesum uppboðssølum og veiðigjøld, um miðalprísirnir vóru teir somu í ár sum hann var í 2018 og 2019. Samstundis vil hann hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu stórar inntøkur landskassanum í roynd og veru fer at fáa av veiðigjøldum í ár.
Og harafturat spyr hann, hvussu stórar menningarkvoturnar høvdu verið í ár av makreli, norðhavssild og svartkjafti, um sjófeingislógin hjá undanfarnu samgongu enn var í gildi.