Vil hava tølini á borðið um ríkisveitingina

Men hann vil ikki hava eitt politiskt svar

Hvussu stóran týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri føroyingar. Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.

Tað er Tórbjørn Jacobsen, sum hevur sæti á tingið fyri Tjóðveldi, sum hevur reist málið og í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá hvussu stór ríkisveitingin vasr áðrenn 2002, tá ið hon varð skerd 366 milliónir. Samstundis skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvus stórur partur, ríkisveitingin var at fíggjarlógini og hvussu stórur partur hon var av bruttotjóðarúrtøkuni.

Í sama viðfangi vil Tórbjørn Jacobsen hava at vita, hvussu stórur partur, ríkisveitingin var av fíggjarlógini og bruttutjóðarúrtøkuni í 2003, altso eftir at hon var skorin 366 milliónir Og at enda vil hann hava at vita, hvussu roknistykkið sær út í dag.

Fyri at samanbera støðuna, vil Tórbjørn Jacobsen eisini hava at vita, hvussu roknistykkið hevði sæð út, varð ríkisveitingin ikki skerd í 2002.

Og at enda vil hann hava Jørgen Niclasen at rokna út, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið at niðurlagað ríkisveitingina eftir fýra árum, soleiðis at hon var burtur úr føroyska búskapinum í 2025.

Men Tórbjørn Jacobsen ger vart við, at hetta er ein búskaparligur spurningur burturav, og ikki ein politiskur spurningur – og tí vil hann heldur ikki hava eitt partapolitiskt svar. Hann heldur, at fólk eiga at fáa svar, sum er óheft av partapolitikki um, hvussu støðan er í dag, við ríkisveiting og við ongari ríkisveiting.