Vil helst hava felags framtíð

Svend Auken ivast ikki í, at tað ber til hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark at virka saman sum trý sjálvstøðug lond í einum felagsskapi

- Føroyingar og grønlendingar kunnu velja eina felags framtíð saman við Danmark í ríkisfelagsskapinum, ella kunnu teir velja tann íslendska leistin, har samstarvið millum Danmark og Ísland nú er sera avmarkað fyri ikki at siga einki, segði Svend Auken á ráðstevnuni á Christiansborg hósdagin.
Svend Auken, sum er fyrrverandi formaður hjá Socialdemokratunum, var annar av innbodnu røðarunum, ið høvdu orðið hósmorgunin.
Hann var sannførdur um, at Føroyar, Grønland og Danmark kunnu finna eina felags framtíð, har tað eru trý sjálvstýrandi lond í einum felagsskapi. Soleiðis hevur ríkisfelagsskapurin sambært Svend Auken eina framtíð.
Fólkatinglimurin vísti á, at har vóru nakrar fíggjarligar og tekniskar forðingar, men hann ivast tó ikki í, at hetta letur seg gera við góðum vilja frá øllum pørtum. Hann duldi ikki fyri, at hansara størsta ynskið var, at londini halda fram í felagsskapinum.

Øll gerast fátækari

Hann vildi vera við, at øll londini gerast fátækari, um vit brádliga halda í hvør sína ætt. Øll londini í felagsskapinum hava nakað at bjóða hvørjum øðrum, og hetta vil Danmark halda fast um.
Svend Auken vísti á, at hóast londini hoyra til sama ríki, so er tað bara Danmark, sum er við í Evropa Samveldinum. Henda skipan hevur virkað uttan stórvegis trupulleikar, og hetta prógvar, at Føroyar og Grønland kunnu hava eina aðra støðu enn Danmark í fleiri týðandi málum.
Auken endurtók, sum vit hava hoyrt fyrr, at Føroyar og Grønland hava fría atgongd til heilsuverkið og hægri lærustovnar í Danmark, meðan Danmark somuleiðis hevur atgongd til bæði hini londini.
Svend Auken segði tað vera sera hugstoytt at síggja, hvussu amerikaniseraðir íslendingar eru blivnir á politiska og mentanarliga økinum, síðan landið tók sjálvstýri fyri meira enn hálvthundrað árum síðani. Eitt slíkt rák vil hann helst ikki síggja í Føroyum og Grønlandi, og tað kann fyribyrgjast, um londini halda fram í felagsskapinum.