Vil ikki hava kommunuval í 2010

Javnaðarflokkurin tekur undir við, at landið verður skipað í sterkari kommunueindir, men mælir til aðrar eindir enn tær, sum álitið mælir til. Flokkurin tekur hinvegin als ikki undir við tíðarætlanini um kommunuval longu komandi ár.

-Hetta er at gera seg inn á demokratiska rættin hjá borgarunum at velja bý- og bygdaráð fyri fýra ár, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.

Ístaðin heldur flokkurin, at kommunuvalið verður sum ætlað í nov. 2012. Hetta skal tó ikki forða fyri, at lóggivið verður um kommunusamanlegging innan ta tíð, og at skotbráið verður brúkt til fyrireikingar av kommunubygnaði, útlegging av málsøkjum og fígging.

Støða verður skjótast gjørligt tikin til kommunala Føroyakortið. Flokkurin heldur ikki, at Sandoyggin skal vera ein kommunueind, tí hon er ov lítil, men mælir til, at Sandoyggin verður løgd saman við Tórshavnar kommunu møguliga við einum atlimaskapi, til fast samband er komið um Skopunarfjørð. Eisini mælir flokkurin til, at alt Norðstreymoyar økið verður savnað við nýggju Sunda kommunu, stendur millum annað í skrivinum frá Javnaðarflokkinum.