Politiski framsøgumaðurin hjá Socialdemokratiet í Danmark, Nicolai Wammen, vil nú hava kannað hvussu nógvur peningur er latin frá sokallaðu kvotakongunum í Danmark og til politikkarar. Eisini vil hann hava at vita, hvussu nógvur peningur er endaður í lummunum hjá reiðarum, ið hava misnýtt lógina til at leggja kvotur undir seg, hóast teir ikki hava lógliga heimild at gera tað.
Nicolai Wammen sigur við DR, at so vítt sum hann veit, so hava eingir ráðharrar frá Socialdemokratiet fingið pening frá nøkur kvotakongi, men tað vil hann eisini fáa kannað um tað er so. Socialdemokratiet hevur í trimum umførum havt ráðharran í fiskivinnumálum síðan 2011.