Hvat ætlar løgmaður at gera fyri at reinsa Heðin Mortensen fyri eina ákæru, sum hevur hingið yvir høvdinum á honum í heili 17 ár.
Tað vil Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin nú sjálvur nú hava at vita frá partamanninum, Akseli V. Johannesen, løgmanni
Heðin Mortensen sigur, at tann 16. februar í 2000 ákærdi táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hann fyri at hava likið trúnaðarskjøl um fullveldismálið, til Dimmalætting.
Tá var Heðin Mortensen næstformaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
– Hóast eg staðiliga gjørdi vart við, at eg ikki hevði likið út hesar upplýsingar, slapp eg ongantíð at verja sjónarmið míni. Men ákærurnar vórðu heldur ongantíð tiknar aftur, sigur Heðin Mortensen.
Tá varð møguleikin eisini nevndur at melda málið til løgregluna, men táverandi løgmaður gjørdi ikki meiri við tað.
– Tískil hava ákærurnar móti mær staðið opnar líka síðani, samstundis eg haldi, at hetta er ein grov villeiðing av Føroya løgtingi, sigur Heðin Mortensen.
Og hann vísir á, at nú Sjúrður Skaale skrivaði bókina um fullveldismálið, er hetta gamla málið drigið fram aftur.
Heðin Mortensen sigur, at tað er álvarsligt at bróta tagnarskylduna, men í hesum føri vórðu ongantíð nøkur prógv løgd fram. Hinvegin varð málið heldur ongantíð formliga endað.
– Eg kann nú staðfesta, at eg eri blivin brúktur í einum politiskum spæli. Eg kann eisini staðfesta, at eg, uttan at vita av tí, tykist at hava verið brúktur í eini taktiskari villeiðing av Føroya løgtingi, sigur Løgtingsmaðurin.
Hann heldur, at talan er um eitt serstakliga grundleggjandi mál.
– Eg haldi ikki, at eitt landsstýri, óátalað, eigur at sleppa at misbrúka samband sítt við løgtingið á hendan hátt, sigur hann
Hann heldur somuleiðis, at eitt landstýrið eigur ikki, óátalað, at sleppa at villeiða løgtingið og seta fram álvarsligar, falskar ákærur móti einum løgtingsimi við tí fyri eyga at teppa atfinningarsamar andstøðurøddir, ella hunddálka trúvirði.
Og tí vil Heðin Mortensen nú hava at vita frá løgmanni, hvat hann ætlar at gera við tað.