Ein amerikanskur sakførari krevur at sleppa at avhoyra Benedikt páva í sambandi við tær nógvu gølurnar við kynsligum ágangi í teirri katólsku kirkjuni. Sakførarin, sum eitur William McMurry, vil vera við, at nøkur skjøl, sum blaðið New York Times hevur prentað, seta Benedikt páva í samband við ágangin í kirkjuni.
Skjølini vísa, at ein prestur, sum hevði gjørt seg inn á umleið 200 dreingur, skrivaði kirkjuleiðsluni brøv og bað um umbering, og at hann kundi sleppa at halda fram í prestastarvinum. Brøvini vórðu send pávanum, sum tá var kardinalur og formaður í einum serligum ráði, sum viðgjørdi ymisk trúarmál.
Men presturin fekk ongantíð svar, og hann helt tí fram at virka sum prestur í kirkjuni til sín deyðadag. Hann bleiv heldur ongantíð skuldsettur fyri ágangin, hóast hann hevði játtað seg sekan.
Sambært William McMurry avdúkar hetta, at pávin var vitandi um kynsliga ágangin í kirkjuni, men at hann gjørdi einki við tað.