Fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaviðurskiftum, at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág.
Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, fyri Sambandsflokkin, hava at vita. Hann er varamaður á tingi í hesum døgum fyri Bjørn Kalsø, sum er í farloyvi.
Hann hevur áður reist spurningin um at fáa Skálafjørðin góðkendan sum hvalvág, men enn er einki hent, og nú spyr hann einaferð afturat, nú vit hava fingið nýggjan landsstýrismann á økinum.
Hann sigur, at hann hevur fingið at vita, at Skálafjørður fór at verða góðkendur sum hvalvág, tá grindalógin, og ymsar kunngerðir í tí sambandi, fóru at verða broytt.
- Tíverri hendi tað, at tá lógin varð broytt í summar, vóru feilir í henni, og tí varð í fyrsta umfari bíðað eftir, at feilirnir vórðu rættaðir.
- Seinni, tá ið feilirnir vórður rættaðir, vísti tað seg, at eisini aðrir trupulleikar við fráboðanarskylduni máttu fáast av vegnum, áðrenn kunngerðin kundi verða broytt.
Trupulleikin við fráboðanarskylduni er, at tað stendur í lógini, at tann, sum sær eina grind, hevur skyldu at rópa grindaboð, annars fær viðkomandi 25.000 krónur í bót.
Ferðavinnan sigur, at hetta fær ferðafólk at aftra seg við at koma til Føroya og tí hava tey mælt til at avtaka revsingina.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at grindalógin í næstum verður broytt viðvíkjandi fráboðanarskylduni og Helgi Abrahamsen heldur, tí tað er eitt gylt høvi til eisini at broyta kunngerðina, sum millum annað ásetir, hvørjar hvalvágir eru góðkendar.