Vil sleppa undan at senda børn og ung av landinum

Rósa Samuelsen vil hava fulla greiði, hvør hevur ábyrgdina av børnunum og teimum ungu

- Vit vilja hava fulla greiði á ábyrgdarbýtinum ímillum land og kommunur.

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at tað er orsøkin til at hon nú er farin at kanna um kommunurnar eru sinnaðar at yvirtaka alt økið, sum hevur við børn og ung at gera.

Hon staðfestir, at í løtuni umsita kommunurnar ein part og landið ein part og tað ger umsitingina óneyðuga stirvna og fløkta.

Tí vil hon hava, at alt økið verður savnað undir sama myndugleika.

Ein møguleiki er, at landið yvirtekur fosturforeldraskipanina og barnaverndarstovuna aftur frá kommununum.

Hin møguleikin er, at kommunurnar eisini yvirtaka allar stovnarnar, brekøkið og annars alla skipanina frá landinum, sum fevnir um øll børn og ung upp til 18 ár.

Tað týdningarmiklasta er at savna alt økið undir sama myndugleika, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

Men útspælið frá henni er, at kommunurnar yvirtaka alt málsøkið.

Kommunusamskipan Føroya er sinnað at viðgera spurningin, men Kommunufelagið hevur ikki svarað enn.

Verður niðurstøðan, sum alt bendir á, at miðjast skal fram ímóti at leggja alt økið undir kommunurnar, verða samráðingar um, hvussu tað skal skipast.

Men, hvussu ber tað til at hetta stingur seg upp nú, samstundis sum ein bólkur situr og kannar eftir, hvørji málsøki skulu flytast frá landinum, yvir til kommunurnar?

Tað, sum vit royna at kanna eftir, er um málsøkið, sum eitur børn og ung, skal við í tann pakkan, sigur Rósa Samuelsen.


Alt økið samskipast

Landsstýriskvinnan avsannar staðiliga, at orsøkin til hetta er bara tann, at landið vil skúgva eina útreiðslu frá sær, yvir á kommunurnar.

- Talan er eina og aleina um at samskipa alt økið undir sama myndugleika, tí tað ger umsitingina nógv greiðari, sigur hon.

Ì løtuni er hetta ein umsiting, sum kostar landinum einar 45 milliónir krónur og verður økið flutt undir kommunurnar, skal peningur sjálvandi fylgja við.

Men Rósa Samuelsen sigur at eitt endamál við at savna alla umsitingina á sama stað, er at menna tilboðini á økinum so at vit sleppa undan at senda børn og ung av landinum, soleiðis, sum vit gera í dag.

Les eisini greinina: Vil hava øll børn og ung undir sama hatt