so send fólkið til hús, og bjóða skipini til sølu.
Trygvi F. Guttesen
Nakað soleiðis sigur verandi skipan til tey vinnulívsfólk, sum hava fingið ókeypis fiskiloyvir.
Hví ikki hava eina skipan sum sigur, at fiskivoyvir skulu latast landsstýrinum aftur, tá ið viðkomandi vinna ikki skal brúka tey meira. Hví ikki lata tí almenna ta aftur, sum tú hevur lánt?
Hvat sigur fólkaflokkurin til, at verandi skipan gevur ávísum partaeigarum 10 - 100 tals milliónir fyri, at eitt gott arbeiðspláss verður nærum heilt niðurlagt ?
Eg eri samdur við fólkaflokkin um, at vit ikki eiga at leggja fleiri eykagjøld á vinnuna. Heldur eiga vit at lætta um hjá vinnuni, soleiðis at fleiri arbeiðspláss verða stovnsett. Men verandi skipan har fiskiloyvini hava nógv størri ávirkan enn áhugin fyri at varðveita góð og gevandi arbeiðspláss, er ein sjúk og skaðilig skipan.
Vit síggja í dag, at vinnan fegin vil geva nógv fyri eitt fiskiloyvi, men vinnan var betur fyri, um hon ístaðin skuldi geva eina minni upphædd til landsstýrið, hvørja ferð fiskiloyvir verða flutt.
Undanførslan hjá Fólkaflokkinum um ikki at broyta verandi skipan tí at fiskivinnan longu hevur 20 % í partafelagsskatti og 35 % um nakað verður tikið út sum vinningsbýti, hevur einki við spurningin at gera.
Nevnda skipan er ikki bara galdandi fyri fiskivinnuna, men fyri øll partafeløg í Føroyum. Hinvegin so er tað bert fiskiskipini, sum fáa tilluta eitt størt søluvirði ókeypis.