Vil vita hvussu nógv mótrokning í fólkapensjón kostar

Nú skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, greiða frá, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at strika mótrokninga í fólkapensjónini.

Tað er Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum ein grein 52a fyrispurning, sum er soljóðandi:

1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum?

2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum.

3. Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og

gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í

mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur.

Í viðmerking til spurningarnar vísir Hans Jacob Thomsen á, at fólkapensjón er sett saman av grundupphædd og viðbót, sum verða ávirkaðar av tí inntøku, sum tú hevur umframt pensjónina.

– Sitandi samgonga hækkaði markið fyri, hvussu nógv fólkapensjónistar kunnu tjena, uttan at mótroknað verður í pensjónini, úr 45.000 kr. til 61.900 kr. Inntøka oman fyri markið verður mótroknað við 20 prosentum í fyrstu syftu.

– Javnan eru ynskir frammi um, at fólkapensjonistar eiga at sleppa at arbeiða meira, uttan at verða mótroknaði. Tí hesin fyrispurningur, sigur Hans Jacob Thomsen.