Vil vita um Landsverk ger bíligari tunlar enn byggifeløgini

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal nú greiða frá, um Dalstunnilin hevur kostað meiri ella minni enn tunlgarnir, sum privat byggifeløg hava gjørt

Tað er Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52a fyrispurning um málið, har hann spyr soleiðis:

1. Hvat hevur Dalstunnilin, ið tunnilstoymið hevur staðið fyri at bora, samlað, t.e. íroknað eitt nú verkætlanarleiðslu, amboðs- og fíggjarkostnað, kostað fyri hvønn metur, áðrenn veg og installatiónir? T.e. fyri tað ráa holið, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi?

2. Hvat hava, til samanberingar, tunlarnir Norður um Fjall, ið vórðu útbodnir í fríari arbeiðstøku, og eru boraðir í umleið sama tíðarskeiði, samlað kostað fyri hvønn metur av ráum holi, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi?

3. Um endamálið við tunnilstoyminum er at strekkja arbeiðið og harvið útreiðslurnar av smærri tunlum yvir fleiri fíggjarlógir, ætlar landsstýrismaðurin so at kanna, um tað ber til at bjóða arbeiðið út, har slíkur fíggingarleistur er ein fortreyt í útboðnum?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Erling Eidesgaard á, at í tíðindaskrivi um ársskiftið rør Vinnuhúsið fram undir, at tunnilstoymið borar dýrari tunlar, enn um tunlarnir verða bodnir út í fríari arbeiðstøku.

– Er tað veruliga so, sum Vinnuhúsið heldur uppá, so høvdu vit sostatt kunnað borað hesar smærru tunlar fyri lægri kostnað. Vit høvdu altso fingið fleiri metrar fyri somu pengar, spyr løgtingsmaðurin.

– Ætlanin er, at tunnilstoymið í næstum skal fara undir at bora Tjørnuvíkartunnilin. Tí er umráðandi at vita, um hetta veruliga er tann fíggjarliga skilabesti leisturin, sigur Erling Eidesgaard, sum tí setir fram spurningarnar.