Formaður Føroya Lærarafelags sóknast eftir, hvat verður av arbeiðsbólkinum, sum skal viðgera spurningin, um skúlaaldurin skal lækkast ella ikki. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá felagnum.
Í samgonguskjalinum stendur, at spurningurin um at lækka undirvísingarskylduna til 6 ára aldur verður lýstur. Fyrst í hesum árinum segði landsstýrismaðurin við skúlamálum, at hann fór at seta bólkin skjótt, men sum skilst er hann ikki settur enn.
- Vit sóknast eftir hesum bólkinum og undrast yvir, at hann ikki er settur enn. Vit mugu fáa eina avgerð, hvørt skúlaaldurin skal verða settur niður ella ikki, sigur Herálvur Jacobsen.
Tað eru ymiskar hugsjónir og ymisk sjónarmið um, hvørt tað er rætt at seta skúlaaldur niður ella ikki. Fólkaskúlaráðið hevur mælt til at seta skúlaaldurin niður, og felagið Heim og skúli hevur tað sjónarmið, at tey 6-7 ára gomlu eiga at fáa eitt betri tilboð enn tey fáa í dag.
Á ráðstevnu, sum Mentamálaráðið skipaði fyri fyri tveimum árum síðan, kom fram, at lítil dokumentatión er um, hvør skúlaaldur er tann rætti. Kortini er serkunnleikin mestsum allur samdur um, at tað skilabesta fyri tey 6 ára gomlu er, at tey fara í skúla 6 ára gomul, kom fram á ráðstevnuni. Í øllum Norðurlondum fara børn í skúla 6 ára gomul, undantikið í Føroyum og Finnlandi.
- Í Noregi hevur ikki verið kannað, um børn eru vorðin klókari av at fara í skúla 6 ára gomul, og vit hava heldur onga ambitión um at gera tað. Tað ber snøgt sagt ikki til, tí so skulu vit um somu tíð gera samanberingar við sama tal av børnum, sum ikki fara í skúla 6 ára gomul, segði Peder Haug, professari.
Niels Egelund, professari, tók undir við Peder Haug.
- Vit vita tó, at tað hevur týdning, um børn hava gingið í barnagarði ella ikki fyri, hvussu tey klára seg í skúlanum. Í Finnlandi fara børn í skúla 7 ára gomul, og tey skora best í Pisa, men hóast so er, so kann Finnland ikki rættiliga brúkast sum dømi, tí skúlasøgan og skúlamentanin har eru av heilt serligum slag.
Við heimild í fólkaskúlalógini kunnu kommunur seta 1 árs forskúlaflokk/ar á stovn eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin setur. Sum er hava fýra skúlar/kommunur forskúlatilboð, og sannlíkt er, at fleiri forskúlatilboð verða í framtíðini.
- Tað er umráðandi at forskúlarnir koma at virka undir einum felags leisti. Men fyrsta avgerðin er tó, um skúlaaldurin skal lækkast ella ikki. Tað var tann spurningin arbeiðsbólkurin skuldi koma við einum boði uppá, sigur Herálvur Jacobsen.