Mánadagin 1. juni vaknar 34 ára gamli Jákup Pauli Joensen á einum hotelli í Rio. Hann tendrar sjónvarpið, og nú sær hann, at eitt flogfar úr Brasiliu er dottið niður. Lítla løtu seinni fellir fimmoyrað. Hann kundi verið umborð.
Hann er júst komin í land av supplybátinum, Maersk Buolder, har hann hevur verið umborð í einar sjey vikur, og nú er hann á veg til Føroyar at endurnýggja síni pappír. Men áðrenn tað valdi hann at hava ein hugnaligan dag saman við konuni í Rio.
Á hotellinum hugsar hann um skiparan, Lars. Hann er dani, og skuldi heim sunnudagin.
- Fyrst hugsaði at, at tað var heppið, at eg ikki var við, og so hugsaði eg bara um Lars. Um hann var við har, men tað kom tíbetur rættiliga skjótt fram, at tað bara var ein dani við, og tað var ikki Lars, greiðir Jákup Pauli Joensen frá, sum nú er heima hjá foreldrunum í Klaksvík.
Men veruleikin er, at tá flogfari sendi seinastu signalini og helst bleiv spjatt yvir Atlantshav. Tá var Jákup Pauli Joensen á konsert. Ein konsert hann kundi fara til, av eini einstakari bjargandi løtu.
- Tað er eitt sindur betri at ganga á Copacabana enn at sita í einum flúgvara, sum dettur niður, heldur Jákup Pauli Joensen.
Bjargandi løtan
Men tað vóru fimm sekund, sum bjargaðu klaksvíkinginum í Rio, tí eitt lítið døgn áðrenn vanlukkuna gjørdi hann av at nýta ein dag saman við konuni, hóast hann hevði ov mikið at gera í Føroyum.
- Tað er nokk ein løta eg ongantíð fari at gloyma. Eg var á niður av brúnni og skiparin á veg upp. Nú segði skiparin, at hetta var seinasti møguleikin at broyta ferðaseðilin, og bað meg siga frá, um eg vildi heim sunnudag ella mánadag.
- Eg bíðaði eina løtu at svara. Kanska eini fimm sekund. So greiddi eg skiparanum frá, at eg heldur vildi heim mánadag, so eg kundi síggja konuna. Tað bjargaði mær, og eg dugi ikki at ímynda mær hitt valið, men soleiðis hevði verið, um eg ikki hevði konu har... So hevði verið liðugt, sigur ein týðiliga rørdur Jákup Pauli Joensen, sum útvarpið hjá Kringvarpinum var í samband við, so skjótt hann var lendur.
Tíðindi berast skjótt
Hóast Jákup Pauli visti, at hann var bjargaður, so visti familjan heima í Føroyum tað ikki, og stutt eftir, at hann var vaknaður kom fyrsta smsið.
- Tað var eitt systkinabarn í Havn, sum vildi vita, hvussu eg hevði tað, og eg skilji væl, at fólk vóru bangin um meg, tí eg kundi verið við, greiðir hann frá.
Tá hetta fyrsta smsið var komið, so bórust tíðindini skjótt, og fólk í Føroyum komu niður á jørðina aftur. Men Jákup Pauli hugsar, at tað hevði verið eitt sindur syrgiligt, um hann var við.
- Eg rokni við, at tað hevði verið ein missur hjá mammu, pápa, konuni og hinum, ella tað vóni eg, sigur maskinmeistarin úr Klaksvík.
Hugsar um hini
Men tað eru nógv, sum hava mist, og tað hugsar Jákup Pauli um, nú hann situr í køkinum hjá foreldrum sínum undir Hálsi í Klaksvík.
- Tað má vera ræðuligt at fáa boðini, at fólk eru burtur í einum flúgvara. Og so hini. Tey, sum sótu í flúgvaranum og vistu, at nú nærkaðist endin. Hvat hava tey hugsað? Tey sendu jú sms til síni elskaðu, so tey hava vita, hvat var ávegis, fortelur Jákup Pauli, meðan eyguni fjakka eitt sindur og leita meiri niður enn upp.
Torir at flúgva
Hóast hann kundi verið í vanlukkuliga flúgvaranum, AF 447, so torir Jákup Pauli framvegis væl at flúgva.
- Eg kann ikki tilláta mær annað við arbeiðinum eg havi, og tá eg fleyg úr Brasiliu mánadagin, tá sovnaði eg næstan beinanvegin, og vaknaði ikki fyrr enn vit fingu morgunmatin, greiðir Jákup Pauli frá.
Hann greiðir somuleiðis frá, at fólk vóru rólig alla tíðina á túrinum, hóast eitt sindur av ruðuleika var á flogvøllinum áðrenn fráferð. Men staðfestast kann, at Jákup Pauli svav søtan blund, meðan hann fleyg yvir vraklutunum á flúgvaranum, hann kundi verið við.
Álit á kanningum
Klaksvíkingurin er somuleiðis sannførdur um, at møguleikin fyri at enda í eini vanlukku er øgiliga lítil, og at kanningarnar, ið verða gjørdar av flúgvarum eru væl úr honum greiddar, og hetta upplivdi hann longu, tá hann millumlendi í Paris ávegis til Danmarkar mánadagin.
- Eg skuldi skunda mær, so eg kundi náa flúgvaran, men tá vit komu í bussin á flogvøllinum steðgaði alt. Vit bíðaði ein lítlan tíma, áðrenn klárt var at fara avstað, og tá fingu vit ein annan flúgvara, tí okkurt smávegis var galið við tí, vit upprunaliga skuldu við. Kanska ikki tað besta at fáa at vita, beint eftir eina tílíka støðu, men tað vísir, at trygdin er í hásætið.
Flýgur aftur sunnudagin
Í næstu viku skal Jákup Pauli á skeið í Danmark, og hann torir væl at fara á flog, so hugsar hann framvegis um valið hann gjørdi.
- Eg eri ein trúgvandi maður, so eg havi sjálvandi tosað við várharra um hendingina, og eg hugsi serliga um hasa løtuna. Hvat nú um eg svaraði skiparanum øðrvísi?
Men tað var júst hetta val, ið bjargaði Jákup Paula. Tað var hetta val – at síggja konuna – sum syrgir fyri, at hann 29. juni sleppur í føðingardag hjá konuni, at hann sleppur at mynstra aftur, og at hann sleppur aftur í fittligu grønu húsini eitt sindur uttanfyri Rio.