Vildi ikki siga navnið

Á býráðsfundi mikudagin setti Tvøroyrar Byráð ein leiðara, ella fyribilsleiðara, fyri umstrídda frítíðarskúlan. Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur onga viðmerking til, hvør tað er, sum er settur.
- Tað er ein av umsøkjarunum. Annars havi eg onga viðmerking. Nú má friður valda yvir hasum starvið, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
Sosialurin frættir frá aðrari keldur, at tann, sum fekk leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri, eitur Siri Mortensen. Hon er júst útlærd sum pedagog. Tveir umsøkjarar vóru til starvið.