Vildi ikki vera við – vann leygardagin

Rafal Majka gjørdist í øðini, tá hann fekk boð um at súkkla Tour de France

Rafał Majka fór, eins og fríggjadagin, tíðliga í brot, men leygardagin megnaði hann at halda undan allan vegin. Saman við 16 øðrum súkklarum, fór hann tíðliga frá restini. Tað vóru stór nøvn við í bólkinum, millum annað Joaquim Rodriguez í prikkutu troyggjuni og Sky-súkklarin Mikel Nieve. Niðan seinastu brekkuna kláraðu ikki allir 17 at halda somu ferð sum Majka og átta kilometrar frá málinum, súkklaði hann frá øllum hinum. Joaquim Rodrigues royndi at fylgja við, men hevði ikki nokk av krúti í beinunum.

 

Rafał Majka skuldi eftir ætlan ikki vera við í Tour de France í ár. Hann hevur júst luttikið í eini av hinum stóru kappingunum, Giro d’Italia, og mett var, at hann var ov pøstur, til at taka lut í Tour de France. Hann skuldi heldur taka tað róligt heima í Póllandi og so taka lut í pólska meistarahetinum í staðin.

 

Hetta broyttist alt, tá Roman Kreuziger varð noktaður at byrjað, orsaka av mistanka um doping. Rafał Majka bleiv í øðini, tá hann varð biðin um at koma til Frankaríkis, og hartaði alment leiðsluna fyri hesa avgerð. Tónin var ein annar seinnapartin í gjár, eftir at Majka júst hevði vunnið sín fyrsta sigur nakrantíð sum yrkissúkklari.

 

Vincenzo Nibali vísti enn einaferð at hann er gulu troyggjuna verdur. Hann kom á mál sum nummar tvey og økti tí aftur um leiðsluna. Hann kom á mál eitt minutt frammanfyri Alejandro Valverde, sum nú er 4 minuttir og 37 sekund aftanfyri Nibali.

 

20. juli: 15. teinur, frá Tallard til Nîmes, 222 kilometrar

Súkklararnir byrja klokkan 11.10, TV 2 byrjar at senda klokkan 12.15. Vinnarin væntast á mál klokkan 16.20.

 

André Greipel, Marcel Kittel, Peter Sagan og Alexander Kristoff roknast sum favorittar at vinna teinin. Við øðrum orðum, so verður tað allarhelst ein massaspurtur. Hetta er einasti dagurin í hesum øðrum partinum av Tour de France, at sprintliðini hava møguleikan at vinna. Tey fara tí øll at arbeiða taktiskt líka frá byrjan. Teinurin er langur, og seinasta partin, tá súkklararnir koma oman frá Alpunum, niður á slættan út móti Miðjarahavinum, møta teir Mistral-vindinum. Vindurin kann fáa stóra ávirkan seinasta partin av teininum og í væntaða massaspurtinum um mállinjuna.