Marjun Poulsen greiðir frá. 7. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blaðið í Vikuskiftissosialinum
- Krabbamein er blivin ein alt ov vanlig sjúka. Upplýsing um hvussu vit sjálvi kunnu fyribyrgja krabbamein við at vera likamliga virkin og liva eitt sunt lív er blivin ein sjálvfylgja. Vit vita tað øll. Men tað er ikki nokk, alt ov nógv fáa krabbamein - bæði vaksin og børn.
- Tíbetur er viðgerðin vorðin betur, men hon er als ikki nóg neyv enn. Hjáárinini av krabbameinsviðgerð eru alt ov stór, og hava ógvusligar avleiðingar fyri tey sjúku og teirra familjur. Tað er av alstórum týdningi, at granskað verður, so at viðgerðin verður meira beinrakin, og størri møguleikar vera fyri at yvirliva við færri hjáárinum.
- Tá beiggi mín fekk krabbamein fyri 12 árum síðani, vildi eg ynskt, at viðgerð var til, sum kundi steðgað agressiva krabbameinssjúku hansara, so hann hevði livað í dag.
(Lagt til rættis: Sjúrður Skaale)
Les eisini: Hanna Thorleifsson (1.partur)
Les eisini: Steinfinnur Mittelstein (2.partur)
Les eisini: Tummas Joensen (3. partur)
Les eisini: Magnus K. Magnussen (4. partur)
Les eisini: Jonhard Joensen (5. partur)