Vildu fegnir verið við

Frá Føroya Bjór frætta vit, at heldur ikki bryggjaríið í Klaksvík fekk nakra innbjóðing til norðurlendsku rúsevnaráðstevnuna. Einar Waag stjóri á Føroya Bjór dugir ikki at siga, hví bryggaríini ikki vóru boðin við á hesa ráðstevnuna, tí tey hava fyrr verið við í samstarvi um fyribyrging av misnðtslu

Trupult at gera vart við seg
- Eg havi við stórum áhuga lisið tað, sum hevur verið at frætta frá ráðstevnuni, tí vit hava sjálvandi áhuga í at fylgja við í og læra av teimum royndum og úslitum, onnur Norðurlond hava rokkið á hesum økinum, sigur Einar Waag.
Einar leggur afturat, at teir sjálvandi ongan áhuga hava í at fólk misnýta rúsdrekka, og at teir eisini ynskja minst líka nógv, sum øll onnur, at alt gongur so siðiliga fyri seg á skeinkistøðunum, sum til ber.
-Men so leingi tað ikki er loyvt bara at nevna øl í lýsingum, fáa vit ikki sjálvir gjørt vart við okkum ? heldur ikki í fyribyrgjandi átøkum. Tí vilja vit fegnir samstarva við onnur í hesum spurningum, sigur Einar Waag